VIDEO: tíggjunda málið hjá Klæminti hetta kappingarárið

(Video) Loksins eru hæddarpunktini tøk frá dystinum KA-Breiðablik 1-1 (1-1)

Viðhvørt ganga nakrir dagar áðrenn hæddarpunkt frá fótbóltsdystum eru tøk.

 

Farna sunnudag var føroyingauppgerð á Akureyri. Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni og Pæturi J. Petersen, KA tók móti liðnum hjá Klæminti A. Olsen, Breiðablik á Akureyri í dag.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Klæmint A. Olsen spældi allan dystin, og hann legði Breiðablik á odda 1-0 við einum góðum stútara í 17. minutti. Talan var um mál nummar 10 hjá Klæminti fyri Breiðablik. Haraftrat hevur Klæmint eisini lagt upp til fitt av málum. 

 

Beint undan steðginum javnaði Daníel Hafsteinsson við einum brotssparki.

 

Jóan Símun kom á vøllin tá 66 minuttir vóru leiktir, og móti endanum kom Pætur eisini á vøllin, so talan gjørdist um eina veruliga føroyingauppgerð.

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum:

 

##med2##