VIDEO: Triðja málið hjá Brandi fyri FH

(Video) Síggj málini frá dystinum FH-Fylkir 1-1 (0-1)

Mált eftir málum hevur Brandur Hendriksson fingið eina góða byrjan í íslendska FH, har føroyski landsliðsleikarin í kvøld skeyt sítt triðja landskappingarmál seinastu fýra dystirnar.

 

FH hevði vitjan av Fylkir. Gestirnir vóru á odda 1-0, men við einum máli fáar minuttir inn í seinna hálvleik syrgdi Brandur Hendriksson fyri, at FH fekk eina stigið umvegis ein 1-1-javnleik.

 

Gunnar Nielsen var sum vant í FH-málinum, og báðir føroyingarnir spældu allan dystin..

 

HERber til at síggja málini frá dystinum FH-Fylkir 1-1 (0-1). Íslendsku viðmerkjararnir halda málið hjá Brandi verða gott, men teir eru ikki heilt nøgdir við leiklutin hjá verjuni frammanfyri Gunnar Nielsen í samband við málið hjá Fylki.

 

Støðan: 

 

1Breiðablik632110:511
2Grindavík63217:411
3FH63219:711
4KR62319:79
5Fjölnir623110:99
6Valur62319:89
7Fylkir62227:98
8Stjarnan614113:117
9Víkingur R.61325:66
10KA61236:95
11ÍBV61236:105
12Keflavík60244:102