Vertstjóðin, USA er úti av Copa America kappingini.
Tað bleiv veruleiki, tá vertstjóðin tapti 0-1 fyri Uruguay í Arrowhead leikvøllinum í Kansas býi.
Panama fylgir Uruguay úr innleiðandi bólki C í fjórðingsfinalurnar. Panama vann 3-1 á Bolivia á Inter & Co leikvøllinum í Orlando.
USA-Uruguay 0-1 (0-0)
0-1 Mathias Olivera ('66 )
Bolivia-Panama 1-3 (0-1)
0-1 Jose Fajardo ('22 )
1-1 Bruno Miranda ('69 )
1-2 Eduardo Guerrero ('79 )
1-3 Cesar Yanis ('90 )
Uruguay vann bólk C við níggju stigum. Panama gjørdist nummar tvey við seks stigum. USA endaði á triðja plássinum við trimum stigum. Bolivia endaði aftast við ongum stigi.
HER síggjast hæddarpunktini frá dystinum USA-Uruguay 0-1 (0-0):
##med2##
HER síggjast hæddarpunktini frá dystinum Bolivia-Panama 1-3 (0-1):
##med3##