Motivið aftanfyri lýsingarnar er villasti Uruguay fjeppari uttanfyri Uruguay, nevnliga Ivan Eginsson Eysturland, ið býr í Føroyum.
Í videoklippinum sæst Ivan Eginsson Eysturland greiða frá sínari passión um Uruguaynska fótbólt og hvussu hann er follin fyri fótbóltinum í Uruguay.
Michael Koba og Kovboyfilms tóku lut í framleiðsluni í Føroyum.
Tað vóru eisini fleiri kend andlit í Føroyum, í samband við upptøkurnar til lýsingarfilmin. Høvuðspersónarnir vóru Horacio Hughes, Fabio Berutti og Felipe Stein.
Horacio Hughes er stjóri í OCA. OCA er eitt gjaldkortfelag í Uruguay við meira enn 500 fólkum í føstum starvi og deildum í øllum 19 landspørtum í landinum. OCA eru lýsarar og fíggja alla verkætlanina.
Fabio Berrutti arbeiðir fyri Metropolis Films, har hann er framleiðslustjóri. Metropolis Films telist millum fremstu lýsingaframleiðarar í øllum Latín Amerika, við deildum í 5 londum og høvuðsskrivstovuni í Montevideo.
Felipe Stein er stovnari, stjóri og annar eigari í felagnum. Notable er eitt felag, sum kemur við hugskotum um lýsingar .