Víkingur vann í gjár 3-1 á NSÍ í 6. umfari í Effo-deildini. Tað var ikki fyrr enn heilt móti endanum, at Víkingur við einum beinleiðis frísparki frá Hans Paula Samuelsen vann sær fyrimunin.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja umtalaðu brotssparksstøðuna
Víkingarnir vildu tó hava brotsspark frammanundan, tá Hans Pauli Samuelsen metur, at hann verður feldur inni í brotsteiginum. In.fo var á staðnum og spyr, bleiv Hans Pauli Samuelsen snýttur fyri brotsspark í hesi støðuni?
Les eisini: (Video) Samandráttur frá NSÍ-Víkingur 1-3
NSÍ-Víkingur 1-3 (1-1)
1-0: Árni Frederiksberg
1-1: Gert Hansen
1-2: Hans Pauli Samuelsen
1-3: Sølvi Vatnhamar