Video: Vaksin lesa rámandi happingarorð

Upplivingarnar hjá teimum ungu, sum verða happað, eru sera ógvusligar. Og í einari roynd at varpa ljós á, hvussu happing kann ávirka, hevur Barnabati fingið vaksin fólk at lesa upp tað, sum ungdómar hava verið fyri. 

 

 

Á Facebook skrivar Barnabati soleiðis um sjónbandið: 

 

 

 

- Happing er ein samfelagsligur trupulleiki, ið rakar umleið 2000 børn og ung hvørt ár, og talið av teimum sum happa er munandi størri.  Hevur tú ongan at tosa við, so eru vit her og til reiðar at hjálpa tær. Vitja heimasíðuna hjá Barnabata. Her kanst tú tosa við Tú & Eg Ráðgevingina. Tær nýtist ikki at siga hvør tú ert. 

 

 

 

- Sjónbandið er framleitt í samstarv við Rummelighed org. 
Boðini Barnabati hevur nýtt, eru frá kanningini "Happing í fólkaskúlanum 2015" hjá Mentamálaráðnum, frá Ask fm og við loyvi frá børnum, og foreldrum teirra, sum hava ringt til Tú & Eg Ráðgevingina.