VIDEO: Viljormur legði aftur upp til mál hjá Helsingborg

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Helsingborg 2-1 (1-1)

Viljormur Davidsen spældi ein heilan dyst í bestu svensku fótbóltsdeildini tá hann og liðfelagarnir í Helsingborg fyrr í dag taptu 1-2 fyri Mjällby á útivølli.

 

Viljormur átti uppleggið til 1-0 leiðslumálið, ið Armin Gigovic hegnisliga setti framvið málverjanum hjá Mjällby og í netið.

 

Bert fýra minuttir seinni javnaði Mjällby til 1-1. Sigursmálið hjá Mjällby kom tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Skothagtølini søgdu 4-3 til Mjällby tá talan var um skot uppá mál, og 4-3 til Helsingborg tá talan er um skot sum fóru framvið málinum, so talan var um ein javnan dyst.

 

Uppflytararnir, Helsingborg liggja triðaftast í Allsvenskuni við fýra stigum fyri seks dystir. 

 

Helsingborg spælir aftur komandi hóskvøld. Tá ferðast Viljormur og liðfelagarnir til Stokkhólmar at spæla móti Djurgården. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Mjällby og Helsingborg: 

 

##med2##