VIDEO: Viljormur og Helsingborg fingu týdningarmikið stig í niðurflytingarstríðnum

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Sirius 0-0

Viljormur Davidsen var liðskipari, tá hann og liðfelagarnir í heimadysti í bestu svensku fótbóltsdeildini leiktu javnleik 0-0 móti Sirius.

 

Tað eina stigið munaði í niðurflytingarstríðnum. Helsingborg er nú triðaftast í deildini við 11 stigum. Við kappingarlok spælir triðaftasta liðið tveir Play Off dystir móti triðfremsta liðnum í næstbestu deildini. Tvey tey niðastu flyta beinleiðis niður. Tí ræður tað um hjá Viljormi og liðfeløgunum, ið hvussu er at tryggja sær triðaftasta plássið. 

 

Sunnudagin 21. august spælir Helsingborg ein lykladyst móti Sundsvall á útivølli. Sundsvall liggur eitt stig aftanfyri Helsingborg, og hevði ein sigur til Helsingborg munað væl tá.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Helsingborg og Sirius: 

 

##med2##