Viljormur Davidsen spældi allan dystin, tá lið hansara, Vejle spældi javnleik 1-1 ímóti Vendsyssel FF í útidysti í donsku superliguni í kvøld.
Vejle spældi ikki væl í fyrra hálvleiki, og beint undan steðginum legði Vendsyssel seg á odda 1-0 við máli sum Mads Boe Mikkelsen skoraði fyri Vendsyssel FF.
Tá ein tími var farin javnaði Vejle til 1-1. Viljormur Davidsen setti málgevandi álopið í gott við einum góðum innkasti. Álopið endaði við, at Jacob Schoop, ið er liðskipari hjá Vejle legði eina góða sending inn til Rasmus Lauritsen, ið ikki sveik álitið, men beindi bóltin í netið við høvdinum til 1-1, ið gjørdist endaliga úrslitið.
Komandi sunnudag tekur Vejle ímóti FC Nordsjælland. Vejle hevur seks stig fyri fimm teir fyrstu dystirnar í superliguni. Bert ein dystur er taptur, og tað er góðkent fyri eitt lið sum er flutt upp í superliguna.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini sum komu í dystinum millum Vendsyssel FF og Vejle.