Í meira enn 10 ár hevur hárfríðkarin Mariann Klein Ivansdóttir ferðast út í heim fyri at arbeiða við hári til mótasýningar, kollektiónir, myndatøkur og annað, og virksemið uttanlands vindur alt meira upp á seg.
Samstundis hevur hon varðveitt sína frisørsalong í Føroyum, og tað hevur stóran týdning fyri hana.
– Sjálvandi skulu vit kunnu búgva í Føroyum og virka runt í verðini. Hví skuldi tað ikki verið møguligt, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.
Hon hevur tilknýti til kend merki sum Balmain og Intercoiffure, og hon fær alt fleiri uppgávur og virksemi uttan fyri Føroyar.
Omanfyri ber til at síggja samrøðu við Mariann Klein Ivansdóttir.