19 ára gamli Michal Przybylski, sum er føddur í Póllandi, men hevur búð í Føroyum at kalla alt sítt lív, bleiv kosin til ársins ungi spælari í føroyskum fótbólti 2017. Men áðrenn samrøðan kom hartil, so kom Lukasz Cieslewicz at ganga í vegin.
Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
- Eg eri øgiliga glaður, tí eg veit at tað eru fleiri góðir spælarar um hendan heiðurin, so eg eri glaður fyri at tað bleiv eg, sigur Michal Przybylski.
Hann kom í summar út fyri, at arbeiðs- og uppihaldsloyvini ikki yvirlappaðu, tá hann bleiv 18. Tá so fyribils loyvið gekk út, stóð hann eftir uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
- Tað var ein løgin kensla. Eg skilti ikki heilt hvat stóð í brævinum, men sjálvt um eg havi búð her næstan alt mítt lív, so stóð eg millum allar útlendingarnar úr øllum heiminum, sum ætla sær til Føroya, sigur Michal Przybylski.
Vil umboða Føroyar
Hann hevur ein dreym um at sleppa at umboða Føroyar í framtíðini. Hann kennur seg sum føroying og er til reiðar spæla sum føroyingur eisini.
- Eg arbeiði við at fáa øll pappírini upp á pláss, so eg kann søkja um pass. Um tað gongur ordiliga væl, so kanska eg kann umboða Føroyar í 2019, sigur Michal Przybylski.
Ikki tikið avgerð fyri komandi kappingarár
Ársins ungi spælari hevur ikki gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. Tað hevur ljóðað, at B36 er áhugaðir at fáa hann til felagið, men eisini Skála hevur stóran áhuga í, at 10 málsskjúttin í ár heldur fram.
- Avgerðin er ikki tikin enn. Eg havi havt tað gott á Skála í ár, men eg havi sagt, at eg taki ikki avgerðina beint nú, sigur Michal Przybylski um komandi kappingarár.
Hetta er fyrst ferð, at Michal Przybylski verður kosin til ársins unga spælara. Undanfarnu tvey árini hevur tað verið Jóannes Bjartalíð úr KÍ.
Aðrar samrøður frá Ársins Spælari 2017:
1: Lars Muller ársins dómari fyri sættu ferð