Viðmerking til Dag & Viku: Lesandi mugu ongantíð leiðast á blindveg

Viðmerking eftir innslag í Degi og viku um ørkymlaðan lesandi á Hægri námi á Glasi

Í Degi og Viku í gjárkvøldið var eitt innslag sum eigur at vera ein áminning til øll, sum varða av hægri útbúgvingum í Føroyum: Ein ung kvinna, sum seinasta hálvaannað árið hevur lisið marknaðarførslu-búskap á Glasi, kennir seg nú ørkymlaða við hálvari útbúgving og ógreiðum møguleikum fyri víðari lestri. Ómetaliga harmiligt, tí hon átti frá lestrarbyrjan at havt fingið greið boð um, hvør hægri lestrarleið stendur henni í boði eftir lokið prógv.

 

Hetta er ein grundregla, sum vit sum útbúgvingarland mugu og skulu halda, um Føroyar skulu kunna standa altjóða mát á útbúgvingarøkinum. Bæði ST-heimsmálini og Bolognatilgongdin hava smidligar lestrarleiðir (flexible learning paths) sum prinsipp, og tað mugu vit sjálvandi eisini hava í Føroyum.

 

Skiftandi landsstýri hava seinastu árini havt stórar ambitiónir um at nútímansgera Føroyar sum hægri útbúgvingarland og fáa Føroyar innlimaðar í europeiska økið fyri hægri útbúgvingar (European Higher Education Area). Á Fróðskaparsetri Føroya hava vit tikið stór tøk í hesum sambandi, og ein altjóða serfrøðinganevnd hevur júst eftirmett Setrið og skrivar í frágreiðing til aðalráðið, at  “Fróðskaparsetrið fult út lýkur sínar skyldur, tá tað ræður um at røkka fleiri ára gamla málinum hjá Føroyum um at gerast limur í EHEA”. Samstundis staðfestir serfrøðinganevndin, at tørvur er á einum átaki, so breiðari hugburðurin í Føroyum eisini kemur at samsvara við EHEA/European Standards and Guidelines.

 

Innslagið í Degi og viku í gjár um ungu lesandi kvinnuna á Glasi vísir, at vit mugu fáa alt útbúgvingar-verkið við í hetta stóra og áhaldandi góðskutryggingararbeiðið, sum nú er grundfest á Setrinum. Vit eru so lítið land, at tað er altavgerandi, at útbúgvingarstovnarnir samarbeiða væl og virðiliga, so tey lesandi altíð fáa góðskutrygga útbúgving og gongda leið at halda fram við lestrinum, um tey hava hug til tað.

 

Vit mugu tryggja okkum, at føroyskar útbúgvingar ikki føra til læstar dyr á hægri útbúgvingar-stovnum, og tað flytførið eiga øll at kunna krevja av einum væl samskipaðum útbúgvingarverki, sum stendur á góðskutryggari grund. Ynskiligt hevði verið, um okkara útbúgvingarpolitikkur ongantíð misti hesa yvirskipaðu stevnuna úr eygsjón, og tí eigur tíðin at vera farin frá stuttskygdum ad-hoc-loysnum, sum ikki hava neyðugt atlit at lesandi í Føroyum ella góðskuna í útbúgvingunum.

 

Í álitinum frá Vakstrarforum um útbúgvingar, sum løgmaður fekk handað í fjørsummar, stendur m.a um eitt savnað útbúgvingarverk.:

 

“Viðkomandi hægri útbúgvingar eiga tí at ráðleggjast tvørtur um hægru útbúgvingarstovnarnar, so tær stuðla hvørji aðrari”.

 

Hetta taka vit undir við og vilja meira enn fegin takast við upp á ráð, tá ætlanir verða gjørdar um at seta nýggjar útbúgvingar á stovn. Tí vit hava, sum er, nógvar útbúgvingar á Setrinum, sum vinnulívið hevur eftirlýst og gagnnýtir, og í øðrum førum kunnu kanska smáar tillagingar gerast, so okkum ikki nýtist at fara yvir um ánna eftir vatni. 

 

Fróðskaparsetrið bjóðar m.a. bachelorútbúgving í Búskapar- og Virkisfrøði, sum gevur lesandi førleika til at virka sjálvstøðugt sum búskaparfrøðingur/virkisfrøðingur, og sum gevur atgongd til víðari lestur á kandidat- ella masterstigi. Á sama hátt hevur Setrið eina væl umtókta masterútbúgving í Leiðslu og Skipan, sum m.a. gevur lesandi førleikar at greiða torskildar organisatoriskar trupulleikar og at hugsa og virka strategiskt, samstundis sum útbúgvingin gevur møguleika til víðari ph.d.-lestur. Eisini eru stórar íløgur gjørdar í KT-utbúgvingar fyri at nøkta tørvin hjá vinnulívinum, so til heystar útbúgva vit á Setrinum á hvørjum ári bachelorar í KT-verkfrøði, masterlesandi í Dátuvísindum og veita diplomútbúgving í Webmenning. Eg kann eisini nevna Løgfrøði, Lívfrøði, Byggiverkfrøði, Orkuverkfrøði, El-verkfrøði og Maskinfrøði, sum vinnulívinum í Føroyum tørvar. Allar hesar útbúgvingarnar og hinar við, sum lesandi taka á Setrinum, skulu góðskumetast av innan- og uttanhýsis áhugapørtum við jøvnum millumbili, og greiðar víðari lestrarleiðir eru somuleiðis til tær allar.

 

Eg vil at enda leggja doyðin á, at Fróðskaparsetur Føroya vil vera ein virkin viðspælari í øllum lutum, sum bera Føroyar fram á leið útbúgvingarliga. Ikki minst, tá tað ræður um vinnurættaðar útbúgving-ar.

 

Vit eiga at hjúkla um góðu gongdina seinastu árini, har alsamt fleiri føroyingar taka útbúgving í Føroyum, heldur enn at flyta av landinum og kanska ikki koma heimaftur. Og tað gera vit best við framhaldandi at gera íløgur í at menna okkara egna útbúgvingarverk við føroyskari gransking, so tær útbúgvingar, sum vit veita her heima, standa altjóða mát, samstundis sum tær eru rótfestar í egnari mentan við altjóða útsýni.

 

Fróðskaparsetur Føroya er einasta universitet í landinum. Vit standa á føroyskari granskingargrund við altjóða útsýni, og sjálvandi vilja vit gera okkara fyri at fáa samskipað føroyska útbúgvingarverkið, Føroyum at gagni.