Landsliðið hjá Grikkalandi lendi seinnapartin í Føroyum, eftir at teir upprunaliga skuldu lenda í gjár. Sergio Markarian, sum tók við eftir Claudio Ranieri, ið bliv koyrdur eftir tapið fyri júst Føroyum, hevur rósandi orð at bera føroyska landsliðnum.
- Føroyar hevur tikið øll á bóli. Tit hava spælt fleiri góðir dystir. Tit spældu væl móti okkum, Rumenia og Finnlandi. Tit hava eisini fleiri góðar spælarar, sum hava eina bjarta framtíð, sigur Sergio Markarian og leggur afturat.
- Vit mugu spæla væl í morgin, um vit skulu vinna, sigur Sergio Markarian.
Ferðin til Føroyar hevur verið drúgv fyri grikska landsliðið. Teir skuldu lenda í gjár, men máttu venda. Í dag gekk betri og flúgvarin lendi seint seinnapartin. Tó vil vernjarin ikki brúka hetta sum eina umbering.
- Vit eru ókey. Hetta hevur verið ein trupul ferð, men vit eru ókey. Hetta er ikki ein trupulleiki, sigur Sergio Markarian.
Tó vil onkur vera við, at venjarin er alt annað enn nøgdur við ferðina til Føroyar. Somuleiðis verður sagt, at hann hevur kært sína neyð og sagt, at spælararnir hjá honum eru illa fyri at ferðini.
Grikska landsliðið venur á Tórsvølli í kvøld. Tað eru nógv miðlafólk við, umframt nøkur mælsk viðhaldsfólk.