VÍF er í finaluni

Sigurin á Neistanum ber við sær, at VÍF við matematiskari vissu eisini er í mansfinaluni

Vestmenningar eiga allar góðar orsøkir at vera spentir, nú FM-finalurnar av álvara nærkast.

 

Fyrr í dag staðfestu kvinnurnar sítt finalupláss, og fyri løtu síðani gjørdu menninir tað sama, tá teir bastu Neistanum.

 

Tað var alla tíðina VÍF, sum var omaná, og eitt skifti tóktist talan veruliga skula verða um stórsigur. Neistin fekk tó fótað sær nakað, og okkurt skifti minkaði munurin niður í tvey mál, men nærri enn tí sama komu teir tó ikki.

 

Við sigrinum er VÍF fýra stig framman fyri StÍF á triða plássinum, nú bert fýra stig eru eftir at spæla um. Hartil eru vestmenningar betri í innanhýsis uppgerðunum móti StÍF, og tí er finaluplássið trygt.

 

Sámal Joensen, Julian Olsen og Mads Eriksen skutu fimm mál í part fyri VÍF í dag. Fyri Neistan skeyt Teitur Magnusson 10 mál.

 

Neistin-VÍF 31-33 (13-19)