VÍF framdi evropeiskt bragd - men tapti samanlagt

Vestmenningar vunnu á eysturríkska liðnum, West Wien í seinna European Cup dystinum

VÍF framdi í kvøld eitt evropeiskt bragd í høllini í Vestmanna.

 

VÍF sum tapti 22-29 (13-13) fyri eysturríkska liðnum, West Wien í European Cup igjár, vann í kvøld 34-30 á West Wien.

 

Móti endanum reið samlaða úrslitið á einari knívsegg, tá VÍF var á odda 34-28, og samlað aftanfyri 66-67. Men West Wien bjargaði samlaða sigrinum við at minka um munin, so VÍF vann 34-30, og West Wien vann harvið samlað 69-66. Men óannsæð sterkt komið aftur hjá VÍF aftaná 22-29 tapið í tí fyrra dystinum.

 

Sambært hagtølunum skoraði VÍF upp á 34 av 51 málmøguleikum. West Wien skoraði upp á 30 av 45 málmøguleikum.

 

Dánjal Ragnarsson (myndin) skoraði 10 mál fyri VÍF í kvøld.

 

Málskjúttar: Dánjal Ragnarsson 10/13, Andrias Eriksen 7/8, Sjúrður Olsen 4/7, Filip Jojic 4/8, Fríði Holm í Innistovu 3/5, Eyði Bjargarson 2/2, Filip Haldansen 1/1, Mladen Mjerimacka 1/1, Kristian Jensen 1/2, Óla Jákup Gaard Olsen 1/4.

 

Bjargingar: Mladen Mjerimacka 6/32, Bjarni G. Jacobsen 0/4.