H71-VÍF
Liðugt: 23-27
VÍF helst leiðsluni allan vegin á mál. Seinastu 20 minuttirnar av dystinum vóru tað gestirnir, sum settu dagsskránna. Størsta álopshóttanin hjá H71 var var Bogdan Florea, men hann misnýtti nógv í dag, og tá VÍF gjørdi av at mansverja hann seinasta korterið, høvdu hoyvíkingar ongan plan B.
VÍF hevur við sigrinum vunnið seg upp á 22 stig, meðan H71 verður standandi á 16 stigum.
55 min: 21-24:
H71 roynir av øllum alvi at stríða seg aftur í dystin og í finalustríðið, men tað gongur striltið at koma ígjøgnum stinnu verjuna hjá VÍF. Í løtuni tykist púra vist, at stigini fara til Vestmanna.
50 min: 19-23:
H71 tykist ikki hava nakað móttrekk móti mansverjuni av Bogdan. Enn hevur bonkurin hjá heimaliðnum ikki tikið time-out, og nú er munurin millum liðini fýra mál.
45 min: 19-21:
VÍF hevur betra takið í løtuni. Teir mansverja Bogdan, og tað merkist í álopspartinum hjá H71, har nógv verður lagt á Esbern Patursson í løtuni.
40 min: 18-19:
Tað eydnaðist H71 at koma framum, og teir høvdu eisini møguleikan at økja. Men Eli Muller í málinum hjá VÍF hevur víst stórspæl seinastu løtuna, soleiðis at VÍF nú aftur er á odda.
35 min: 16-17:
Enn hevur H71 ikki vunnið seg á javnt. VÍF togar og togar, men munurin sleppur ikki upp um tvey mál, áðrenn heimaliðið svarar aftur.
30 min: 13-14:
Tað eydnaðist vertunum at koma ígongd, áðrenn VÍF rann ordiliga avstað. Nú er hálvleikur, og bert eitt mál skilir partarnar.
25 min :11-13:
So skjótt vestmenningar vóru fullmannaðir, byrjaðu teir av álvara at svara aftur. Hoyvíkingar eru steðgaðir púrasta upp, og VÍF hevur skorað fýra mál á rað. Tað hevur eisini við sær, at Tóraldur Kollsker er komin í málið fyri Ára Dam.
20 min: 11-9
Vestmenningar hava fingið tvær útvísingar á rað, og tað hava hoyvíkingar gjørt sær dælt av, soleiðis at tað nú eru teir, sum royna at draga frá mótstøðuni.
15 min: 8-8
Tað hevur gingið hampuliga javnt fyri seg fyrsta korterið av dystinum í Hoyvík. Gestirnir úr Vestmanna vóru kanska teir, sum fingu betru byrjanina, men hoyvíkingar vóru skjótir at svara aftur, so enn gongur tað púrasta javnt millum liðini bæði.