Fyrsta FM finalan í manshondbólti verður í kvøld leikt í Hoyvíkshøllini. Hon er millum H71 og VÍF.
Vit fylgja finaluni beinleiðis á in.fo og á Rás 2. Rás 2 kann stroymast gjøgnum netið á síðuni www.midlar.fo.
60 min, liðugt, 25-24 til VÍF: Serstakliga spennandi mansfinalan er júst liðug, og endaði hon við 25-24 sigri til VÍF. Sum heild var VÍF omaná gjøgnum størsta partin av dystinum, men seinasta korterið kom H71 av álvara inn í dystin aftur, og seinastu fimm minuttirnar stóð fleiri ferðir á jøvnum. FM heitið liggur tó nú til VÍF. Seinna FM finalan verður leikt í høllini í Vestmanna leygardagin.
45 min, 18-16 til VÍF: Seinni hálvleikur er hálvrunnin. Tað eru framvegis vestmenningar, ið eru við yvirlutan í fyrru FM finaluni. Støðan eftir 45 minuttir er 18-16 til VÍF.
30 min, hálvleikur, 13-12 til VÍF: Hálvleiksstøðan í Hoyvíkshøllini er, at VÍF er á odda 13-12. Sum heild hevur talan verið um spennandi og undirhaldandi finalu, men vestmenningar hava allatíðina havt munin á máltalvuni. Toppskjútti hjá VÍF í fyrra hálvleiki er Filip Jojic við fimm málum, meðan Mark Marcher er toppskjútti hjá H71 við fýra málum.
15 min, 6-5 til VÍF: Talan er um spennandi mansfinalu, ið bylgjar nógv aftur og fram. Tað eru tó vestmenningar, ið allatíð tykjast eitt sindur við yvirlutan. Aftaná tað fyrsta korterið, er VÍF á odda 6-5.
5 min 3-2 til VÍF: Tað eru vestmenningar, ið hava lagt betur frá landi í fyrstu FM finaluni hjá monnum. Eftir fimm minuttum, er støðan 3-2 til VÍF.
Málskjúttar hjá H71, 24 mál: Mark Marcher 9 mál, Bogi G. Davidsen 4 mál, Hallur Biskopstø 4 mál, Hilmar Leon Jakobsen 4 mál, Sigmundur Dahl 1 mál, Sigmundur Nolsø 1 mál, Jesper Pedersen 1 mál
Málskúttar hjá VÍF, 25 mál: Filip Jojic 9 mál, Agnar Joensen 5 mál, Áki Egilsnes 4 mál, Andrias Eriksen 3 mál, Julian Olsen 2 mál, Hanus Christophersen 2 mál
Finaluhópurin hjá H71: Ári E. Dam, Hanus Kristiansen, Tóraldur Kollsker, Mark L. Marcher, Rúni V. Højgaard, Bogi G. Davidsen, Djóni V. Højgaard, Pætur Thomsen, Hallur Biskopstø, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Jesper Pedersen, Helgi Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen, Tróndur Arge
Finaluhópurin hjá VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Teis H. Rasmussen, Agnar Joensen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jóni Muller, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson, Tóki Seloy, Mads Eriksen, Hanus Christophersen, Filip Jojic, Sjúrður Nielsen