Um vikuskiftið var 1. manslið hjá VÍF á ferð í Danmark, har teir spældu tríggjar venjingardystir. Hetta var liður í fyrireikingini til Europa-Cup dystirnar móti Dynamo Bukarest, sum vera komandi vikuskiftið.
VÍF stóð seg avbera væl á ferðini, og av teimum trimum dystunum, teir spældu, vunnu teir tveir.
Tað gekk nógv betri enn vit væntaðu frammanundan, og ikki minst sigurin á Ajax var góður at fáa, sigur Ingi Olsen, sum saman við Kára Durhuus venur liðið.
Dysturin móti Ajax, sum spælir í bestu donsku deildini, var fríggjakvøldið, og tað var ikki sørt, at danir hildu lítið um føroyska liðið undan dystinum ið hvussu so er.
Teir spurdu um teir veruliga skuldu stilla við sterkastu manning, og tað hildu vestmenningar at teir skuldu gera. Tá spælararnir, sum manna besta liðið hjá felagnum, so komu til dystin, bar ikki til at fara skeivur í hvat teir hildu um føroysku mótstøðuna.
Men teir fingu vátan vøtt í andlitið, tí VÍF spældi avbera væl, og løgdu seg beinanvegin langt fram um danska liðið. Danir sóu tá, at hetta fór ikki at vera nakar lættur dystur, teir komu aftur íaftur og minkaðu munin, sum var átta mál niður til tvey, men VÍF tók seg aftur frá danska liðnum, og tá leikur var lokin, var VÍF frammanfyri við tveimum málum, 30-28.
Teir eru ivaleyst nógv betri enn vit, men teir vóru so stórir uppá tað, at teir taptu. Okkara spæl gekk avbera væl, og hóast endamálið við dystinum var at royna tað, sum vit hava vant seinastu tíðina, og ikki hugsa so nógv um úrslitið, var sigurin frálíkur at fáa, sigur Ingi Olsen.
Vunnu aftur
Leygardagin spældi VÍF móti 2. deildarliðnum Amagar, og aftur hesaferð vunnu vestmenningar. Avtalað var frammanundan, at dysturin skuldi vara tríggjar hálvleikir, fyri at VÍF skuldi fáa so nógv sum gjørligt burtur úr dystinum, og úrslitið av hesum hálvum øðrum tímanum var 39-36 til VÍF.
Sunnudagin var seinasti dysturin spældur á Frederiksberg, har FIF, sum spælir í 2. deild, men sum fleiri ár hevur verið um reppið at vinna uppí bestu deildina, var mótstøðuliðið. Hesaferð máttu vestmenningar lúta við tveimum málum, 28-30.
Mánadagin kom VÍF aftur til Føroya, eftir stævnu og gevandi ferðina, og restina av hesari vikuna fara at teir at hava lætta, taktiska venjing og annars hvíla seg til dystirnar um vikuskiftið.
Vi stóðu okkum nógv betri móti donsku liðunum, enn vit frammanundan høvdu væntað, og tað er gott at vita, at vit eru væl fyri, nú vit skulu spæla Europa-Cup dystirnar. So fáa vit at síggja, hvussu langt vit røkka í teimum dystunum, sigur Ingi Olsen.
Forsølan av atgongumerkjum til Europa-Cup dystirnar er byrjað í Shell-støðini í Vestmanna.