Eftir tveir góðar sigrar, kom føroyingafelagið, Viking Stavanger, niður á jørðina aftur sunnudagin. Viking tapti 32-24 á útivølli ímóti Rogalandsgrannunum úr Nærbø.
Enn einaferð vóru føroyingarnir drúgvir í málskjótingini og stóðu eisini fyri 17 av teimum 24 Vikingmálunum sunnudagin.
Kjartan Johansen skoraði sjey mál og var kosin besti Vikingleikari. Jónas Gunnarsson Djurhuus skoraði seks ferðir, meðan Helgi Hildarson Hoydal setti fýra bóltar í Nærbømálið.
Heimasíðan hjá Viking, vikinghk.no, sigur at Viking tapti fyri einum betri liði hendan dagin, at hópurin er tunnur og hevur havt avboð. Og tað hevur merkt hópin at spælt fimm dystir í stutt tíðarskeið. Tað er vorið til tríggjar greiðar ósigrar og tveir trivaligar sigrar.
Tey sjey málini hjá Kjartani Johansen merkja, at hann nú hevur skotið 34 mál til samans og næstflest mál í norsku Rema 1000 deildini í løtuni.
Næst á skránni hjá Viking og teimum trimum føroyingum er steypadystur ímóti stórfelagnum, Elverum, sum millum annað verður mannað við fronsku heimsstjørnuni, Luc Abalo.
Støðan í norsku Rema 1000 deildini (handball.no)
Nr | Lið | D | Stig |
---|---|---|---|
1 | Elverum | 4 | 8 |
2 | Drammen | 4 | 7 |
3 | ØIF Arendal Elite | 5 | 7 |
4 | Bækkelaget Håndball Elite | 6 | 7 |
5 | Runar Sandefjord | 6 | 6 |
6 | Nærbø | 5 | 6 |
7 | FyllingenBergen | 5 | 5 |
8 | Kolstad | 4 | 4 |
9 | Haslum HK | 4 | 4 |
10 | Viking Håndball | 5 | 4 |
11 | Fjellhammer | 6 | 3 |
12 | Halden Topphåndball | 5 | 2 |
13 | Sandefjord | 5 | 1 |