Víkingur er framvegis fremst - Suðringar vunnu fyrsta sigurin

Higartil eru tríggir dystir leiktir í Betrideildini hjá kvinnum

Jensa Tórolvsdóttir skoraði tvey mál fyri Víking (Savnsmynd)

Kvinnurnar hjá Víkingi royna at gera monnunum kunstin eftir, og tær eru eisini oddalið í Betrideildini.

 

Víkingur vann í dag greiðan 3-0 sigur á B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn. 

 

Hagtølini við royndum á máli hjá mótstøðuliðnum søgdu 13-3 til Víking.

 

B36-Víkingur 0-3 (0-1)

 

0-1 Eydna Olsen Dalheim (14.)

 

0-2 Jensa Tórolvsdóttir (79.)

 

0-3 Jensa Tórolvsdóttir (85.)

 

Við Stórá í Trongisvági fekk TB/FCS/Royn fyrsta sigurin og fyrstu stigini hetta kappingarárið, tá suðringar vunnu 3-1 á Skála ÍF. 

 

Hagtølini við royndum á máli hjá mótstøðuliðnum søgdu 12-5 til FC Suðuroy.

 

TB/FCS/Royn-Skála 3-1 (2-1)

 

1-0 Julia Uliyana Carr (minutttal fyriliggur ikki)

 

2-0 Tórunn Klakkstein Vilhelm (31.)

 

2-1 Sara Benjaminsen (32.)

 

3-1 Julia Uliyana Carr (88.)

 

Við Løkin í Runavík endaði dysturin millum NSÍ og HB við javnleiki 1-1.

 

Tá 63 minuttir vóru leiktir var málverjin hjá HB, Gunnvá Lutzen víst av vøllinum, og í tí eftirfylgjandi brotssparkinum legði Julia Naomi Mortensen NSÍ á odda 1-0.

 

Hóast tær vóru 11 móti 10 leikarum eydnaðist ikki NSÍ at knógva sigurin. Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Sunniva Willemoes til 1-1, ið gjørdist endaliga úrslitið.

 

Hagtølini við royndum á máli hjá mótstøðuliðnum vístu 4-2 til NSÍ. 

 

NSÍ-HB 1-1 (0-0)

 

1-0 Julia Naomi Mortensen br. (64.)

 

1-1 Sunniva Willemoes (85.)

 

Klokkan 18 byrjar dysturin á Hoyvíksvøllinum millum FC Hoyvík og verandi meistararnar, KÍ.

 

Kelda: dystir.fo

 

 

 

Støðan:

 

NrLIÐStigDystirVJTMFMM
1.Víkingur kv.16651038137
2.NSÍ kv.13641136531
3.KÍ kv.13541023320
4.HB kv.1063121358
5.B36 kv.6620414122
6.FC Hoyvík kv.45113328-25
7.TB/FCS/Royn kv.36105340-37
8.Skála ÍF kv.16015137-36

 

 

 

Kelda: dystir.fo

 

 

 

 

 

Jensa Tórolvsdóttir skoraði tvey mál fyri Víking (Savnsmynd)