Víkingur hevur fingið kendan hjálparvenjara

Víkingur hevur í dag sett nýggjan hjálparvenjara til besta mansliðið

Mynd: (Víkingur) Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Rasmus Nolsøe, nýggjur hjálparvenjari

Víkingur hevur í dag sett nýggjan hjálparvenjara til besta mansliðið. Talan er um kent navn í føroyskum fótbólti. Tað er nevniliga Rasmus Nolsøe, sum áður hevur verið U17-landsliðsvenjari og hjálparvenjari hjá HB.

 

Hann verður hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen, sum hevur staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá Víkingi í hálvt annað ár. Víkingur bleiv í fjør nummar trý í Betri deildini og skal spæla í Evropa í ár.

 

Víkingur skrivar:

 

Rasmus Nolsøe er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen. Rasmus er tvørámaður og spældi sínar fyrstu dystir í bestu deildini fyri TB, har hann millum annað skoraði sítt fyrsta mál fyri besta liðuð ímóti júst GÍ í steypadysti í 2001. Rasmus er sonur navnframa Ásmund Nolsøe, annan av Nolsøe tvíburðunum, sum spældu við TB liðnum, sum var í velmaktini síðst í 70unum og fyrst í 80unum.

 

Nú er Rasmus búsitandi í Havn, og hevur hann eisini leikt nógvar dystir fyri besta liðið hjá HB, har hann eisini hevur verið hjálparvenjari hjá besta liðnum - seinast í 2019.

 

Vit ynskja Rasmusi hjartaliga vælkomnum, og gleða okkum til spennandi samstarv. Samstundis vilja vit takka Svenn Olsen fyri hansara arbeiði sum hjálparvenjari seinasta árið.

 

Mynd: (Víkingur) Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Rasmus Nolsøe, nýggjur hjálparvenjari