Víkingur hevur í kvøld tapt 4-0 fyri FC petrolul úr Rumenia á Svangaskarði. Fyrri dysturin endaði við 3-0 sigri til gestinar, sum sostatt vóru greitt omaná undan dystinum.
Longu aftaná fimm minuttir var atli Gregersen óheppin at gera sjálvmál. Løtu seinni økti liðskiparin hjá gestiunum, Younus, sum meddaði bóltin í málið.
Í seinna hálvleiki økti Younus til 3-0 við beinleiðis frísparki áðrenn hann bleiv útskiftur. Innskifti Gozav skoraði seinasta málið eftir hornaspark.
Tað var greiður munur á liðnum og rumensku gestirnir sleptu ongantíð, so Víkingur av álvara slapp at spæla við. Samanlagt vinna gestirnir úr Rumena 7-0 og fara víðari til 3. umfar í Europa League.
Samanlagt munnu víkingar verða væl nøgdir við avrikið í Europa League á hesum sinni. Teir tóu øll á bóli, tá teir vunnu samanlagt 2-1 á FC Inter Turku úr Finnlandi.
Víkingur(0) - (3)FC Petrolul 0-4
0-1 Atli Gregersen, 7 Sjálvmál
0-2 Younes, 12
0-3 Younes, 63
0-4 Grozav, 77
Dysturin í tølum:
Víkingur – FC Petrolul:
Skot royndir: 5-17
Skot á mál: 4-9
Skot við síðuna av: 1-7
Bjargingar: 6-4
Rangstøður: 5-2
Gjørd fríspørk: 5-15
(Tøl: UEFA.com)
Víkingur:
(4-3-3) Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Sam Jacobsen(Heðin Hansen 86.min), Sølvi Vatnhamar(Hjartvard Hansen 77.min), Jann Ingi Petersen(Filip Djordjevic 64.min) – Kaj Leo Í Bartalsstovu, Hanus Jacobsen og Finnur Justinussen.
FC Petrolul:
(4-3-3) Bornescu – Naziri, Hoban, Enza-Yamissi, Guilherme – Romario, Teixeira(Mustiva 46.min) , De Lucas, Bonudjemaa(Achim 46.min), Morar, Younes(Grozav 64.min)
Á bonkinum:
Valincius, Geraldo Alves, Grecu, ,
2. Hálvleikur:
(90+2.min) Dysturin er liðugur.
(90.min) Finnur blívur púra leysur, men verður aftur vinkaður fyri rangstøðu.
(86.min) Sam Jacobsen fer út og inn kemur Heðin Hansen.
(83.min) Kaj Leo verður aftur feldur. Hesa ferð fær Guliherme gult kort.
(80.min) Erling fær fótin á eftir horna, men bólturin fer uppum.
(78.min) Hjartvard Hansen kemur inn fyri Sølva Vatnhamar, sum fekk ein snudd stutt undan.
(77.min) Mál 0-4: Grozav: Hornaspark endar við at innskifti Grozav fær fótin á bóltin, sum rullar umvegis stongina í mál til 4-0.
(74.min) Sølvi Vatnhamar blívur liggjandi eftir samanbrest. Hjálparfólk kemur inn at hyggja eftir honum.
(70.min) Finnur Justinussen skjýtur frísparkið beinleiðis, men málverjin bjargar.
(69.min) Enza fær gult kort, tí dómarin metir, at hann tekur bóltin við hondini, tá Hanus Jacobsen roynir at senda Finn Justinussen avstað. Enza er ónøgdur við avgerðina. Tað hevur hann helst eisini rætt í.
(64.min) Filip Djordjevic kemur inn fyri Jann Inga Petersen, meðan FC Petrolul skiftir tvímálsskjúttan, Younes, út. Í hansara stað kemur Grozav.
(63.min) Mál! 0-3 Younes økir til 3-0 við góðum frísparki. Staddur nakað til høgru sendir hann bóltin í vinstra málhorn.
(62.min) Erling Jacobsen gult kort fyri at gera fríspark stutt uttanfyri brotsteigin.
(60.min) Younes, framherjin hjá gestunum, setur høvdið á innlegg úr høgru, men bólturin fer framvið.
(57.min) Gestirnir hava bóltin, men megna í løtuni ikki at koma til vandamiklar støður.
Bonus: Hallur Hansson er á bonkinum hjá AaB, sum spælir móti georgiska Dila Gori, ið vann fyrra dystin 3-0. Har er hálvleikur hvørja løtu og einki mál komið.
(53.min) Kaj Leo hevur aftur ein roynd á málið, men málverjin hevur ikki stórvegis trupulleikar at verja fyri.
(51.min) Kaj Leo sleppur framvið sínum manni og leggur flatt innfyri, men málverjin bjargar.
(50.min) Erling Jacobsen fær høvdið á eftir fríparksinnlegg, men fær ikki ferð ella kós á bóltin.
(49.min) Gestirnir hava eitt gott álop, tá long sengind kemur inn í brotsgteigin, men De Lucas fær ikki tamarhald á bóltinum.
(46.min) FC Petrolul hevur gjørt eina útskifting. Út er farin Bonudjemaa og inn er komin Achim. Sigfríður Clementsen hevur onga broyting gjørt.
Í hálvleikum:
Venjarin hjá FC Petrolul eitur Cosmin Contra. Hann hevur spælt við feløgum sum Alaves, AC Milan, Atletico Madrid, West Bromwich og Getafe, har hann spældi undir leiðslu av Michael Laudrup.
Hann var millum annað við í UEFA Cup finaluni í 1999, tá Alaves tapti 5-4 fyri Liverpool.
FC Petrolul Ploiesti hevur skift navn ikki færri enn 11 ferðir, síðani tað var sett á stóvn í 1924. Felagið hevur vunnið fýra rumensk meistarheiti.
1. Hálvleikur:
(Hálvleikur) Rumensku gestirnir eru alt ov góðir til Víking, sum hevur brúkt tað mesta av hálvleikinum at runnið aftaná bóltinum. Rumenska liðið hevur ongar trupulleikar av graslíkinum og trívist í sólini á Toftum.
Móti endanum av hálvleikinum kom Víkingur fyri seg og hevði tvær fínar royndir á málið. Serliga var álopið gott, tá Finnur fekk bóltin í málið, eftir innlegg frá Bárði Hansen úr høgru, men tíverri var talan um rangstøðu.
Nú ræður um hjá Víkingi at fáa sagt eitt virðiligt farvæl við Europa League á hesum sinni, tí samanlagt hava teir ongan kjans at koma víðari, men teir hava tikið øll á bóli við at koma víðari til 2. umfar.
(41.min) Víkingur hevur besta álopið í dystinum. Bárður Hansen leggur innfyri til Finnur, sum í aðru atløgu skorar, men hjálpardómarin hevur flaggið á loftið og vinkar fyri rangstøðu.
(39.min) Kaj Leo bjóðar aftur av og vinnur fríspark á hálvuni hjá Petrolul. Erling Jacobsen er um at fáa fatur á frísparksinnlegginum.
(36.min) Rumenarnir hava góðan bóltførleiki og flyta bóltin skjótt. Hetta ger tað torført hjá Víkingi at fáa fatur á bóltinum.
(34.min) Kaj Leo Í Bartalsstovu hevur fyrstu royndina hjá Víkingi. Eitt langskot, sum málverjin bjargar.
(26.min) Romario(Nei, ikki tann brasilski málslúkurin!) leggur bóltin inn fyri til liðskiparan, Younes, ið stúrar, men Geza bjargar.
(24.min) Guliherme við frísparki stutt uttanfyri brotsteigin, men dygst framvið málinum. Geza hevur helst tamarhald á støðuni.
(22.min) Nú slappaðu gestirnir av eina løtu og Víkingur hevur fingið møguleikan at andan eina løtu. Teir sleppa at hava bóltin, men enn er langt fram til málið.
(12.min) Mál! 0-2: Younes - Fær fatur á bóltinum stutt uttanfyri brotsteigin. Lyftir bóltin upp frá og meddar hann í málið. Vakurt mál.
(10.min) Rumenska liðið vísir stórspæla á Toftum. Tryggir á bóltinum og spæla skjótt. Hetta verður ein ordans biti fyri Víking.
(4.min) Mál! 0-1: Sjálvmál(Atli Gregersen)
Liðini eru komin á vøllin í góðverðrinum á Svangaskarði. Víkingur er í sínum vanligu ljósabláu blusum, meðan gestirnir úr Rumenia eru í gulum. Víkingur leypur á málið oman móti Tofta bygd.
Undan dystinum:
Sigfríður Clementsen hevur sett liðið hjá Víkingi til dystin í kvøld í Europa Legaue móti rumenska FC Petrolul Piolest.
Víkingur tapti fyrra dystin í Rumenia 3-0. Hóast uppgávan sær møtimikil út, so hevur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, góðar vónir, men ásannar at mótstøðu liðið avgerð hvat fyri dyst vit koma at síggja í kvøld.
- Tað er upp til teir hvussu dysturin verður í kvøld. Liðið sum vit møta er sterkt og fara vit ov langt fram á vøllin, so koma vit í trupulleikar. Men halda vit okkum til spæliætlanina, liggur hetta liðið væl til okkum og møguleiki er fyri at fara longur fram á vøllin seinni í dystinum, sigur Sigfríður Clementsen við in.fo í dag.
Filip Djordjevic og Hans Jørgen Djurhuus eru ikki við frá byrjan í kvøld. Á miðvøllinum verða bæði Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar við frá byrjan.
- Tað eru nakrar spælarar, sum hava brúk fyri hvíld. Filip og Hans Jørgen hava spælt nógv í seinastuni. Vit hava eisini brúk fyri teimum til dystin móti TB. Viðvíkjandi Sam og Sølva so er tað eisini fyri at síggja hvørjum standi teir eru í, sigur Sigfríður.
Víkingur skal ólavsøkudag spæla móti TB í Effodeildini. Dysturin millum Víking og FC petrolul Piolesti verður í kvøld klokkan 19.00 á Svangaskarði á Toftum.