Víkingur tekur frástøðu frá harðskapinum

Pínliga hendingin í Gundadali í gjárkvøldið, har blóð fleyt, eftir at Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi og Pól Ingason úr HB fóru til hendurs, hevur nú fingið nevndina hjá Víkingi fram í ljósið

Pínliga hendingin í Gundadali í gjárkvøldið, har blóð fleyt, eftir at Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi og Pól Ingason úr HB fóru til hendurs við tí úrsliti, at venjingardysturin millum HB og Víking hjá monnum varð avblástur, hevur nú fingið nevndina hjá Víkingi fram í ljósið.

 

Lesið eisini: Løgreglan tekur málið upp
 

Í skrivi á Facebooksíðuni hjá Víkingi boðar felagið frá, at tað staðiðliga tekur frástøðu frá harðskapi í ítrótti og í sini heild.


Les eisini: FSF ikki slept málinum

 

Hóast nevndin hevur viðgjørt hetta ítøkiliga málið, so ætlar nevndin sær ikki at greiða almenninginum frá sínum niðurstøðum. Tær verða hildnar loyniligar og ikki kunngjørdar í fjølmiðlunum. Felagið fer heldur ikki at hava aðrar viðmerkingar til málið.

 

Hóast nevndin í Víkingi soleiðis ætlar at tiga hetta pínliga málið burtur, so vónar Víkingur tó ikki, at hendingin í Gundadali, og øll tann almenna umrøðan, málið hevur fingið fer at kasta neiligar skuggar yvir tað stóra og mennandi virksemið, sum verður útint í Víkingi og øllum tí føroyska fótbóltsheiminum, nú enn eitt spennandi kappingarár stendur fyri durum, skrivar felagið í kvøld.