Bárður Jógvansson Hansen skal í komandi viku royndarvenja við Gefle, sum spælir í bestu deildini í Svøríki.
Høgri bakkurin hevur seinnu árini arbeitt við at sleppa av landinum at spæla. Millum annað hevur hann verið upp á tal í føroyingafelagnum, Vendsyssel FF i næstbestu deildini í Danmark.
Bárður skal við Gefle á venjingarlegu í Barcelona. Hann hevur verið ein lyklaspælari hjá Víkingi seinnu árini. Gelfe var annars í Føroyum í 2010 og spældi móti NSÍ í Europa League. Tá vann svenska liðið 4-1 samanlagt.
Gelfe bleiv í fjør nummar tíggju av 16 í Allsvenskuni.