Vikublaðið handaði Birgar gávu

Birgar Johannesen, sum í løtuni arbeiðir við at lata upp eitt býarsavn í gamla Tórs Caféteria, hevur alment heitt á fólk um at koma við gomlum tingum, sum kunnu sýnast fram í býarsavninum.

 

Birgar átti sjálvur nógv gomul ting og lutir, og nógv er eisini komið frá vinum og kenningum.

 

Tá Frelsunarherurin keypti Kaggan í apríl 2008 skuldi alt tømast út og gerast av nýggjum. Eitt av starvsfólkunum á Vikublaðnum kom fram við, tá Kaggin var tømdur fyri órudd og legði tá til merkis eina plakat á eini plátu, sum lá í bingjuni uttan fyri Kaggan.

 

Í samráð við hondverkaran á staðnum varð avgjørt, at vit kundu fara avstað við plátatuni. Síðan tá hevur plakatin ligið uppi á ovasta lofti í Miðlahúsinum.

 

Maggi Gunnarsson var í morgun vegna Vikublaðið við gávuni, sum var funnin í 2008, so savnið hjá Birgari kundi fáa gleði av plakatini.

 

Plakatin er ein myndarøð, sum vísir eitt 30 ára minni í myndum 1969 til 1999.