Ein máti at eggja føroyingum til at fáa fleiri børn, er at geva teimum, sum fáa nógv børn, eina fíggjarliga virðisløn fyri tað.
Tað er ein tanki, sum Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, hevur spælt sær við.
Seinastu árini hevur fráflytingin úr Føroyum verið størri enn tilflyting og burðaravlop. Tí minkar fólkatakið og semja er um, at hetta er ein tann størsta samfelagsliga avbjóðingin í komani tíðum.
- Øll siga, at okkurt má gerast, men ongin hevur svarið, hvat skal gerast, staðfestir formaðurin í fíggjarnevndini.
Grundleggjandi avbjóðing
Hann staðfestir, at trupulleikin í Føroyum er ikki bara tað, at fólk aftra seg við at búseta seg í útjaðaranum.
Rákið seinastu tíðina er enntá tað, at sjálvt Havnin er ov lítil, tí nú eru tað stórbýirnir úti í heimi, sum draga fólkið til sín og tí er fráflyting í Føroyum.
- Vit hava nógv størri trupulleikar enn bara tað, at fólk ikki trívist runt um í landinum.
Avbjóðingin verður at fáa fólk at trívast í Føroyum, sigur Bárður Nielsen.
Nú er fíggjarlógin til viðgerðar, men Bárður Nielsen veit ikki, hvørji átøk landsstýrið ætlar á hesum øki.
- Men tað er greitt, at okkurt má gerast, leggur hann afturat.
Mest grundleggjandi avbjóðingin er at fáa fólk at støðast í Føroyum og at fáa føðitíttleikan so langt upp sum gjørligt.
- Tí havi eg spælt mær við tankan um, at tey, sum fáa børn, kunnu fáa ein serligan barnastuðul ella frádrátt í skattinum.
- Tað kann vera tvær ferðir vanligan barnafrádrátt ella frádrátt í skattinum, heldur hann.
Men Bárður Nielsen heldur eisini, at tað er neyðugt, at tað verða fleiri útbúgvingarmøguleikar í Føroyum, so at ungdómurin fær størri valfrælsi her á landi ístaðin fyri at noyðast uttanlands.
- Tað er ikki sagt, at hetta bara kann gerast við at byggja fleiri skúlar, tí tað er ein hópur av møguleikum fyri fjarlestri.
- Men tað er eisini avgerðandi neyðugt at fáa gongd á alternativa íbúðarbygging fyri at ung húski fáa møguleikan at keypa ella leiga sær eina bíliga íbúð, so at tey fáa høvi at festa røtur her heima og tað er hetta, sum umræður.
- Tey, sum fara uttanlands á ungum aldri, festa lættari røtur uttanlands og tí er tað torførari hjá teimum at flyta heimaftur, heldur Bárður Nielsen.