Løgregla
Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, vil nú hava at vita frá donsku stjórnini, hvørjar ætlanir hon hevur við løgregluni í Føroyum.
Hann hevur tí á fólkatingi spurt danska løgmálaráðharranum, Lenu Espersen, hvussu verður vorðið við løgregluni í Føroyym í Framtíðini.
Tað hevur hann gjørt í einum skrivligum fyrispurningi til Lenu Espersen, sum hon sostatt skal svara í næstum.
Høgni Hoydal vísir á, at nakað síðani kom fram, at ætlanin var at broyta løgregluna í Føroyum munandi. Eitt nú var frammi, at bæði sýsluskrivstovur leggjast niður og fólk flytast
? Undanfarna landsstýrið heitti á donsku stjórnina um at steðga á við umleggingunum, tí ætlanin varð at yvirtaka løgregluna.
Men nú er ætlanin at yvirtaka løgregluna ere steðgað, sigur Høgni Hoydal og tí vil hann hava at vita, um danska stjórnin fer at taka ætlaðu umleggingarnar uppaftur og, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru við løgregluni í Føroyum.
Ikki minst vil fólkatingsmaðurin hava at vita, um danska stjórnin kann veita vissu fyri, at landsstýrið fær ávirkan á ætlaðu umleggingarnar.
Høgni Hoydal reisti eisini spurningin nú ein dagin, munnligir fyrispurningar vóru fyri í fólkatinginum, men tá boðaði Lene Espersen frá, at hon var ikki før fyri at svara nágreiniliga uppá standandi fót og hon heitti á Høgna Hoydal um at seta fyrispurningin skrivliga og tað hevur hann so gjørt nú.
Høgni Hoydal heldur, at spurningurin er serliga átrokandi, nú løgmálaráðið hevur fingið uppskot um umfatandi broytingar í løgregluna í Danmark.
Men hóast lene Espersen ikki kundi svara spurninginum so nágreiniliga, visti hon kortini, at uppskotið um at broyta løgregluna í Danmark fer onga sum helst ávirkan á løgregluna í Føroyum.
Og fyri hana er tað ein púra natúrlig, politisk fortreyt, at broytingar skulu gerast í samráð við tey, sum tær ávirka
? Hetta má eisini verða útgangsstøðið í einum kjaki um famtíðina hjá løgregluni í Føroyum, segði Lene Espersen.