– Hvussu nógvar borgarar fara sparingarnar í Almannaverkinum at raka?
Tað vil Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hava at vita frá landsstýrismanninum í almannamálum, Sólvit Nolsøe.
Hon vil hava at vita tøl fyri ymisku tænasturnar so sum umlætting, stuðul og hvussu nógv fólk fáa skert tænastustøði.
Síðani vil hon hava landsstýrismannin at upplýsa, hvussu ymisku bíðilistarnir til tænastur í Almannaverkinum síggja út, býtt á tal á fólki til ymisku bíðilistarnar.
Hon spyr eisini, um skerjingarnar í tænastustøðinum fara at standa við, hóast eykajáttanarumbønin, sum liggur í Fíggjarnevndini, verður samtykt – og so vil hon hava at vita, um landsstýrismaðurin metir, at tað ber til at gera sparingar í Almannaverkinum soleiðis, at tær ikki raka tænastuna til borgaran við serligum tørvi.
Hetta eru spurningar, sum Sirið Stenberg setir í einum grein 52 spurningi til landsstýrismannin. Í viðmerking til spurnignarnar vísir hon á, at hon fyrr í vikuni fekk eg svar frá landsstýrismanninum um, at sparingar verða framdar í Almannaverkinum.
– Hetta fer m.a. at raka fólk við serligum tørvi meint, tí at umlætting verður skerd, stuðulstænastan verður skerd, og tænastustøðið lækkar sum heild. Orsøkin er, at játtanin fyri 2022 bleiv skerd í fíggjarlógini fyri jól. Tó sigur svarið m.a. onki um, hvussu nógv fólk verða rakt av sparingunum, sigur løgtinskvinna, sum tí setir landsstýrismanninum hesar uppfylgjandi spurningar.
– Spurningurin er eisini, um tað ber til at gera sparingar aðrastaðni í Almannaverkinum soleiðis, at tænasturnar til fólk við serligum tørvi ikki verða raktar. Í hesum sambandi er neyðugt at kenna tænastustøðið og bíðilistar í løtuni, sigur Sirið Stenberg.
Í løtuni er ein umbøn um eykajáttan í Fíggjarnevndini. Tí, heldur løgtingskvinnan, er neyðugt at vita, um sparingarnar fara at standa við, hóast eykajáttanin verður veitt.