-Hetta var eitt sera gott val fyri bæði javnaðarflokkin og fyri Føroyar sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í javnaðarflokkinum, sum í gjár varð valdur til formann í Uttanlandsnevndini eftir lutakast millum samgongu og andstøðu. Hetta er tann løgtingsnevndin, sum er mest uppi í tí útinnandi valdinum. Sambart stýrisskipanarlógini skal hon takast við uppá ráð í øllum samráðingum við eitt nú danir. Tvs. at tað kunnu ikki fara samráðingar fram um hvørki bankaendugjald, skuld ella ríkisrættarligar broytingar, uttan at Uttanlandsnevndin verður tikin við uppá ráð í málinum. Sama er galdandi í marknatrætuni við Bretland.
Jóannes Eidesgaard er fegin um, at javnaðarflokkurin sum størsti andstøðuflokkur gjøgnum formansskapin nú kann fylgja væl við gongdini og ávirka hana.
-Hetta ger, at javnaðarflokkurin, sum jú varð settur uttanfyri undir landsstýrissamráðingunum, nú hevur fingið ein ítøkiligan og týðandi møguleika at vera við í politisku telvingini frameftir.
Jóannes Eidesgaard vísir í hesum sambandi eisini á sína lyklastøðu sum fólkatingslimur. -Formansstarvið í Uttanlandsnevndini gevur mær betri møguleika at vita, hvat gongur fyri seg og harvið eisini at kunna brúka fólkatingssessin til at finna Føroyum góðar loysnir.
Nýggi formaðurin í Uttanlandsnevndini sær sína og nevndarinnar uppgávu at virka konstruktivt í samstarvi við landsstýrið. -Vit koma ikki at vera ein fótongul fyri tað politiska arbeiðið men heldur verður tað so, at vit fara inn og rætta tað til, soleiðis at vit fáa tað politiska úrslitið at líkjast tí, sum tað hevði verið, um vit sótu í samgongu.
Hetta er eisini galdandi fyri marknatrætuna við bretar. Jóannes Eidesgaard sær fegin, at gongd kemur á aftur hetta málið ella sum hann orðar tað at kemur ?meira dynamikkur? í hesar so týðandi samráðingar,enn tað hevur verið seinastu tíðina.
-Nú fáa vit at síggja, hvussu nógv landsstýrið fer at taka við tey ráð, sum Uttanlandsnevndin fer at koma við. Eg vil fegin hava eitt samstarv millum landsstýrið og Uttanlandsnevndina heldur enn at hava ein løgmann, sum rætt og slætt gongur uttan um nevndina, hvat vit hava sæð í undanfarna skeiði.
Vónandi fæst tí heldur eitt positivt samstarv, enn at partarnir sita og telva hvønn annan út.
Hinir limirnir í Uttanlandsnevndini eru Edmund Joensen, Heðin Mortensen, Jenis av Rana, Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu og Jákup Sverre Kass.