ÚTLAND
Fartekst
Kofi Annan nevndi ikki bin Laden við navni, men tað var eingin ivi um, hvat hann sipaði til, tá hann umrøddi málið í Oslo. ST-aðalskrivarin hevur verið í Noregi seinastu dagarnar í sambandi við, at hann og ST fingu friðarheiðursløn Nobels í ár.
Eftir at hava verið á fundi við Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra varð Kofi Annan spurdur, hvussu hann heldur, at málið ímóti bin Laden skal avgreiðast, verður hann tikin fangi.
Annan svaraði, at eftir hansara tykki hava altjóða dómstólarnir, sum vórðu skipaðir í sambandi við fólkamorðið í Rwanda og borgarakríggið í gamla Jugoslavia, virkað væl.
-Men eg havi kortini varhugan av, at yvirgangsmenninir koma fyri ein dómstól í einum ávísum landi, legði Kofi Annan afturat.
Hann fanst ikki at amerikansku ætlanunum um at seta yvirgangsmenn fyri hernaðardómstólar og vísti á, at í samtyktini hjá ST stendur bert, at tílíkir brotsmenn skulu fyri rættin.Og hetta er framvegis sjónarmiðið hjá ST.
-Tað er greitt, at amerikanararnir virka samsvarandi sínum lógum. Og tá ST hevur lagt dent, at hetta skal avgreiðast lógliga og sambært reglunum um mannarættindi, so haldi eg, at vit hava sagt, hvat slag av dómstólum vit hugsa okkum, segði ST-aðalskrivarin.