? Tórsvøllur hevur staðið í hálvum gekki nóg leingi, og tað er ikki rætt, at býráðið ikki svarar umsóknum og viðger málini viðvíkjandi Tórsvølli, sigur Jógvan Arge, býráðslimur.
Hann hevur tí vent sær til Jan Christiansen, borgarstjóra, og biðið hann svara tveimum fyrispurningurm viðvíkjandi Tórsvølli.
Í fyrsta lagi vil hann hava borgarstjóran greiða frá støðuni í teimum málum, sum eru millum kommununa og Tórsvøll.
Í øðrum lagi vil hann hava at vita, nær býráðslimir kunnu rokna við, at málini, sum hava samband við víðari bygging á Tórsvølli, koma til viðgerðar í nevndunum ella býráðnum.
Útbyggingar
Grunnurin Tórsvøllur, ið er ogn hjá Tórshavnar Býráð, hevur ætlanir viðvíkjandi útbyggingum á Tórsvølli.
Grunnurin hevur søkt um loyvi at leggja tak omanyvir sitiplássini á eystaru síðu undir ítróttarhøllini á Hálsi. Harumframt hevur hann heitt á býráðið um at broyta byggisamtyktina fyri Gundadal til tað virksemið, sum er í Gundadali, og til virksemi, sum ætlanin er at hava í sambandi við Tórsvøll í framtíðini.
Tað hevur ljóðað, at grunnurin hevur ætlanir um at gera bygningar í hornunum til fyritøkur ella onnur at nýta. Hetta hevði givið Tórsvølli betri fíggjarligar møguleikar at fáa hjólini at mala runt.
Umboð fyri Tórsvøll hava verið á fundi við býráðslimir og greitt frá framtíðar byggiætlanum á Tórsvølli. Her kom fram, at grunnurin hevur sent býráðnum fleiri umsóknir, men at tað enn ikki hevur svarað hesum umsóknum.
Tað er hetta, sum nú fær Jógvan Arge at seta borgarstjóranum fyrispurning viðvíkjandi Tórsvølli.