Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil nú vita, hvussu støðan er viðvíkjandi sjúkudagpeningi og trygging fyri tónleikarar, ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi. Tí hevur hon sent skriviligan spurning til landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Í viðmerking til spurningin vísir Bjørt Samuelsen á, at inntøkan hjá tónleikarum, sum burturav liva av tónleiki, sveiggjar nógv.
Spurningarnir til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur eru hesir:
1. Metir landsstýrismaðurin, at dagpeningatryggingin, sum sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu tekna, í nóg stóran mun loftar tónleikarum, ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi, og hava sera sveiggjandi inntøku?
2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at tónleikarar, sum sjálvstøðugt vinnurekandi, kunnu detta niðurímillum, tá tey gerast sjúk, tí tey ikki eru nóg væl vard av vanligu dagpeningaskipanini ella sjálvbodnu tryggingini fyri sjálvstøðugt vinnurekandi?
3. Metir landsstýrismaðurin, at kravið um skilnað millum A-inntøkur og B-inntøkur, fyri at fáa sjúkradagpening sambært tryggingini, er rímiligt, tá arbeiðsgevarar – bæði almennir og privatir – í fleiri førum velja at gjald løn fyri arbeiði út sum A-inntøka, heldur enn sum B-inntøka, hóast talan ikki er um føst størv?
4. Vil landsstýrismaðurin tryggja, at skipanin við dagpeningi og dagpeningatrygging í sambandi við sjúku, loftar tónleikarum, sum liva av tónleikinum, eins væl og øðrum vinnurekandi?