Vil ikki hava mainstream

- Eg eri ikki so áhugaður í teimum, sum royna at vera mainstream. Eg vil hava tað, sum er serligt føroyskt, sigur Lárus Jóhannesson frá íslendska 12Tónar

Lárus Jóhannesson er maðurin í Íslandi, sum um nakar hevur ført Eivør Pálsdóttir fram. Hann stendur fyri plátufelagnum 12Tónar. 12Tónar gav út Krákuna við Eivør Pálsdóttir, sum seldi sera væl í Íslandi, og var tað um hetta mundið, at Eivør fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í Íslandi.
Lárus Jóhannesson frá 12Tónar var í Føroyum í vikuskiftinum, tá Atlantic Music Event var í Norðurlandahúsinum. Hann hugdi eftir nýggjum talentum.
- Eg leiti fyrst og fremst eftir tí, sum er sermerkt; tónleik sum tú ikki hoyrir aðrastaðni. Eg hyggi eisini eftir einstaklingum, sum eru evnaríkir, sigur Lárus Jóhannesson.
- Tað eru nøkur ting, sum eg eri áhugaður í, og eg vil royna at fáa onkrar bólkar til Íslands at spæla, sigur Lárus Jóhannesson, sum ikki vil siga hvørjar bólkar talan er um.
Lárus Jóhannesson sigur, at hann er vælnøgdur við Atlantic Music Event, sum hann helt varð væl fyriskipað.
- Tað hevur verið eitt hugnaligt vikuskiftið fyri meg, sigur Lárus Jóhannesson frá 12Tónar.