Vil ikki verða hongdur út sum ein hálvkriminellur lúshundur

Skiparin á Arctic Viking skammast ikki yvir at hann hevur fingið vinningsbýti, beint eftir at skipið fekk almenna sanering. Men hann viðgongur kortini, at tað var óheppið

Vil ikki verða hongdur út sum
ein hálvkriminellur lúshundur

Skiparin á Arctic Viking skammast ikki yvir at hann hevur fingið vinningsbýti, beint eftir at skipið fekk almenna sanering. Men hann viðgongur kortini, at tað var óheppið


Arctic Viking

Áki Bertholdsen

aki@sosialurin.fo

? Vit hava onki at skammast yvir.
Fyri fyrstu ferð loysir ein av teimum, sum eigur umstrídda rækjutrolaran, Arctic Viking, frá posabandinum, eftir avdúkingarnar seinastu dagarnar.
Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking og ein av teimum sjey eigarunum heldur, at tað er nógv fyri at verða úthongdur sum ein hálvkriminellur lúshundur, tí at eigararnir hava útgoldið sær sjálvum vinningsbýti.

Ómoralskt
Víst hevur verið á í Degi og Viku, Útvarpinum og kanska øðrum fjølmiðlum við, at ætlanin er at fáa Arctic Viking undir litaviskt flagg, hóast báturin fekk almenna sanering fyri fýra, fimm árum síðani, júst fyri at varðveita teir í føroyska flotanum. Fer skipið undir litaviskt flagg, fer tað at bera til at fáa bíligari manning umborð.
Samstundis hevur verið víst á, at árið eftir, teir fingu hesa almennu saneringina, rindaðu teir sjey eigararnir sær 2,4 milliónir í vinningsbýti.
Hetta hevur elvt til nógv kjak og er eisini tikið upp á politiskum stigi. Tað eru kreftir í Løgtinginum, sum vilja hava samgonguna at viðgera málið og enntá hevur tað verið nevnt at Løgtingið skal nokta eigarunum at fáa bátin undir litaviskt flagg. Og fleiri ferðir hevur orðið ómorlaskt, verðið heft á teir, sum eiga Arctic Viking fyri at teir tóru sær sjálvum vinningsbýti árið eftir at teir fingu almenna sanering.

Ein desperat roynd at yvirliva
Skiparin á Arctic Viking dugir ikki at síggja, hví hetta skal verða blivið ein gøla.
Hann sigur, at hann hevur onki at skammast yvir og hann hevur ikki ringa samvitsku.
Men hann viðgongur kortini, at skal hann vera eftirsnarur, var tað óheppið at eigararnir fingu sær sjálvum vinningsbýti.
Hann sigur, at ætlanin at fara undir litaviskt flagg er ein desperat roynd at yvirliva.
Hann leggur samstundis dent á, at tað verður bara eitt styttri tíðarskeið, at Arctic Viking, verður undir fremmandum flaggi.
Hann sigur, at tá ið eigararnir fingu sær vinningsbýti árið eftir saneringina, var tað tí, at Arctic Viking hevði havt eitt gott ár, har hann avreiddi fyri 48 milliónir.
? Samstundir vóru útlitini ikki so galin. Prísurin var á einari leið og oljan kostaði 75 oyru liturin.
Hann sigur, at teir á Arctict viking vóru ikki einsamallir um at síggja ljóst upp á framtíðina í 1998 og 1999.
? Hetta tíðarskeiðið komu tríggir rækjutrolarir í flotan og samstundis keypti eitt professionelt felag sum Føroya Fiskasøla, 23% av felag okkara fyri 7-8 milliónir. So tað vóru mong, sum hildu at framtíðarútlitini vóru bjørt um hetta mundi, sigur Bjarni Petersen.
Men at prísirnir so fóru í botn og oljan trýfaldaðist í prísi, vóru vit ikki harrar yvir, sigur Bjarni Petersen.
Hann sigur, at sæð í baksepegilinum, hevði tað verið skilabetri at latið vinningsbýtið uppá 2,4 milliónir verðið verandi í felagnum at styrkt tað.
Hann skilir eisini á ein hátt tey, sum halda, at tað var eitt sindur ómoralskt at taka vinningsbýtið árið eftir, at felagið er sanerað.
Men hann vísir samstundis á, at hetta var fyrstu ferð í 10 ár, at eigararnir fingu vinningsbýti yvirhøvur.
? Og so er veruleikin eisini tann, at av teimum 2,4 milliónunum, vit fingu tilsamans, settu vit eina millión í aftur felagið fyri at økja partapeningin.
Skiparin sigur, at tað er ringt at meta um framtíðina.
? Nògv betalti alivinnan í vinningsbýti fyri tveimum árum síðani. Og hvar ar alivinnan í dag, spyr hann. Tað er so lætt at vera eftirsnarur, leggur hann afturat, hóast hann eisini ásannar, at alivinnan ikki fekk sanering tá. Men hetta er eitt dømi um, hvussu trupult tað er at meta um framtíðina.

Kundu havt bjarga okkum sjálvum
Bjarni Petersen hevur als ikki hug til at verða stemplaður sum ein, ið bara hevur misbrúkt almennar skattakrónur fyri egnan vinning.
? Vóru vit bara úti eftir at ríka okkum sjálvar upp, høvdu vit tikið av einum tilboði í fjør uppá at selja Arctic Viking fyri 55 milliónir, tí tá høvdu vit eitt ítøkiligt boð upp á hann.
? Men tað gjørdu vit ikki av berari tjóðskaparkenslu, tí vit vildu hava skipið á føroyskum hondum.
? Vit kundu eisini tikið av einum tilboði um at flutt yvir til Kanada seinast í áttatiárunum. So vóru allir fíggjarligar trupulleikar loystir. Tað gjørdu vit heldur ikki. Ístaðin fyri fór ein danskur rækjutrolari yvir. Í dag eiga teir tríggjar trolarar, sum hvør er tvær ferðir so stórur sum Arctic Viking.
Skiparin sigur, at teir hava ikk tikið av teimum møguleikum, sum hava verið fyri at ríka seg sjálvar upp, tí teir vildu varðveita arbeiðsplássið á føroyskum hondum.

Sekstan trolarar farnir
Hann vísir eisini á, at teir hava alla tíðina lagt stóra orku í at hava raksturin so bíligan sum gjørligt.
?Vit eru sjey eigarar. Ein er reiðari, hinir seks sigla við. Hvørja ferð, vit eru í landi, gera vit eitt stórt arbeiðið fyri felagið, fyri at halda útreiðslunum niðri. Og tað er ólønt arbeiðið. Eitt nú gera vit nógv arbeiði sjálvir fyri onga løn, sum onnur reiðarí fáa onnur virki at gera fyri seg. Eitt nú gera vit nógv trol sjálvir.
Hann heldur tí, at vinningsbýtið kann metast sum løn fyri tað ólønta arbeiðið, sum er gjørt ímeðan eigararnir hava verið í landi.
Bjarni Petersen sigur, at tað er orsøkin til at Arctic Viking yvihøvur enn er í flotanum.
? Síðani Arctic Viking kom í 1986, eru minst 16 rækjutrolarar farnir á húsagang ella seldir, áðrenn teir fóru undir hamaran. Tí haldi eg ikki, at tað skal leggjast okkum til last, at vit í eini desperatari roynd at yvirliva, fara undir fremmant flagg í eina tíð, tí vit hava gjørt tað, vit kundu, fyri at halda útreiðslunum niðri.
Hann vísir eisini, á, at tað var ikki bara Arctic Viking, sum fekk almenna sanering.
? Tað var ein skipan, sum kom í gildi fyri allar bátarnar og har hingu vit so uppi í. Fleiri aðrir bátar fingu nógv meiri sanering, enn vit fingu. Nógvir fingu alt sítt landskassavehald sanerað, men vit fingu bara ein part.

Betalt aftur nógvar ferðir
Skiparin á Arctic Viking vísir eisini á tann týdning, skipið hevur havt fyri føroyska samfelagið
? Vit hava goldið ca 230 mill út til lønir í Føroyum, harav er ca heltin
farin í skatt og rest í umfar i Føroyska samfelagnum.
Samstundis keyptu vit kvotur í fjør fyri fýra milliónir, samstundis sum aðrir skipabólkar, sum svimja í pengum, fáa sínar kvotur fyri at kalla onki frá landinum, eisini teir, sum fiska á fjarleiðum, tí afturfyri at teir fáa kvotur aðrastaðni, mugu vit lata onnur skip fáa kvotur frá okkum.
? Sostatt er alt tað, sum rækjuflotin fiskar fyri, rein inntøka hjá samfelagnum, samstundis og sostatt er okkara sanering fleiri ferðir afturgoldin sigur Bjarni Petersen.