Vil í kríggj ímóti rúsevnasmugling

Føroyar eiga at vera nokk so lættar at verja ímóti smugling, heldur løgtingsmaður

Nú skal Taks geva Landsstýrinum eina frágreiðing um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at forða fyri, at  rúsevni verða smuglað til Føroyar. Tað hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, upplýst fyri Løgtinginum.

 

Bill Justinussen, løgtingmaður fyri Miðflokkin, hevur sett kikaran á rúsevnasmugling og í tí sambandi vildi hann hava at vita, hvørjar ætlanir, landsstýrið hevur á økinum. Miðflokkurin hevur havt uppskot á Løgtingi um gera eina tilbúgvingarætlan fyri rúsevni við tí endamálið at forða fyri smugling.

 

Tað vann ikki frama við og forkláringin frá samgonguni var, at gongd var í málinum. Tað eru meiri enn tvey ár síðani, og nú vil Bill Justinussen vita, hvat ítøkiliga er hent í málinum.

 

Hann saknar, at samgongan lýsir kríggj ímóti rúsevnasmuglarum og hann heldur, at Føroyar eiga at vera lutfalsligar lættar at verja, tí vit hava ikki landamark nakrastaðni, og vegirnir inn í landið eru ógvuliga avmarkaðir.

 

Bill Justinussen vísir á, at vit brúka 20 milliónir til at avvenjingarstovnar fyri at hjálpa fólki burtur úr misnýtslu. Men hann heldur, at tað er at hjálpa fólki í skeiva endanum. Hinvegin høvdu 20 hassjhundar kanska gjørt, at tað var óneyðugt við avvenjingarstøðum, leggur hann afturat.

 

Hann heldur nevniliga at arbeiðið hjá samgonguni hevur ikki borið ávøkst, tí tey, sum hava við slíkt at gera, staðfesta, at nøgdin av rúsevnum veksur. Eisini frættist ímillum ung, at tað er líka lætt at keypa nøkur gramm av hasji, sum tað er at keypa mjólk, leggur hann afturat. Tí heldur hann, at tað er neyðugt at taka stig, og at gera tað nú.

 

 

Fyri stuttum segði leiðarin á tolldeildini hjá Taks við Sosialin og info, at í roynd og veru er eftirlitið við rúsevnamugling munandi versnað seinastu árini. Les meiri her: Eftirlitið við teimum sum smugla rúsevni til Føroya er munandi versnað 

 

 

Eitt tiltak, hann heldur, eigur at verða sett í verk, er at syrgja fyri, at ikki eitt tað einasta skip skal sleppa at bryggju í Føroyum, fyrr enn hassjhundurin hevur verið umborð.

 

Sirið Stenberg sigur, at landsstýriskvinnan í tollmálum, Kristina Háfoss, hevur biðið Taks leggja størri dent á arbeiðið at hava eftirlit við rúsevnasmugling. Harafturat hevur hon biðið Taks um eina frágreiðing við tilmælum um, hvørji tiltøk eiga at vera sett í verk hesi næstu árini fyri at styrkja tolleftirlitið. Samstundis er játtanin til rúsevnaviðger munandi hækkað, leggur hon afturat.

 

Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur at svarið upp á spurningin hjá Bill Justinussen, er sera einfalt. Og svarið er, at tað er neyðugt at hækka játtanina til tolleftirlitið.

 

– Frágreiðingar, aðalorðaskifti og arbeiðsbólkar, hjálpa ikki nakað sum helst, heldur Bill Justinussen.  Tað einasta ið hjálpir, er at vísa nakað í verki. Og hann heldur eisini, at Djóni Nolsøe Joensen, sum er í samgongu, hevur allar møguleikar at seta trumf á, og krevja at játtanin til tollvaldið verður hækkað.