Vil liva av at syngja

Edith Dahl Jakobsen er ein av høvuðsleikarunum í sangleikinum FAME, hon stórtrívist í leiklutinum sum Carmen, sum hon heldur líkist sær á fleiri mátar


Edith Dahl Jakobsen gongur í 3.g, hon spælir Carmen, sum er ein av høvuðsleiklutunum í FAME.
Edith er ikki óroynd innan sjónleik og tónleik. Hon hevur spælt sjónleik í 5 ár á Dramaverkstaðnum hjá Hjørdis Johansen, og hon hevur eisini sungið í fleiri ár.
- Carmen er tann typan, sum heldur seg vera betri enn øll hini. Hon vil gjarna koma langt. Hon heldur ikki at hon hevur brúk fyri skúlanum, hon vil bara leypa tað um, og koma beint til stjørnudreymarnar, sigur Edith um sín leiklut.
Edith heldur tó at leikluturin Carmen líkist henni uppá fleiri mátar.
- Henni dámar væl at upptraðka og hon vil gjarna brúka síni evni til okkurt. Í so máta haldi eg, at tað er lætt at seta seg í hennara stað, tí mær dámar eisini væl at syngja, og kundi væl hugsað mær at liva av tí, tá eg verið eldri. Eg havi eisini fame-dreymarnar, men sálarliga er Carmen nógv øðrvísi enn eg, og hennara bakgrund er ein heilt onnur, enn tað sum eg kenni til, so tað má eg seta meg inn í, fyri at fáa rætta lyndið fram.
Umleið 140 fólk vóru til upptøkuroynd til leikin, har øll skuldu dansa, syngja og spæla sjónleik.
- Vit, sum sluppu við, vóru øðiliga heppin. Eg rokni við at nakað, tey hava lagt merki til, er, at leikararnir útstrála sjálvsálit og at tey ikki eru smæðin.
Edith dámar sera væl at vera við í leikinum, og heldur tað ikki vera strævið at venja so nógv.
- Tá vit eru saman hava vit tað so ræðuliga stuttligt. Tá eg komi í skúla er tað fyrsta sum eg hugsi, “Eg gleði meg at venja FAME aftaná skúlatíð.”
Hon heldur eisini, at hon hevur ment seg nógv sum leikara og hevur lært nógv, síðan síðst í august tá tey byrjaðu at venja sangleikin.
Hóast tey nýta nógva tíð at venja, heldur Edith ikki, at tað gongur út yvir skúlagongdina.
- Tað krevur sjálvdissiplin at fáa tað at hanga saman. Man er noyddur at siga nei til alt annað enn skúlan og FAME. So ber tað eisini til at fáa bæði tingini at ganga upp.
Edith gleðir seg sera nógv til at skula framføra leikin.
- Vit eru verri enn so komin á mál enn, tað eru nógvar detaljur, sum eru eftir at fáa upp á pláss. Men um tað var upp til mín, so framførdu vit í morgin.