Vil skapa felagnum tryggari framtíð

-Avbjóðingin hjá okkum uppá stytri sikt er at syrgja fyri at stilla felagið soleiðis, at vit um eitt til tvey ár hava eitt felag, sum øðrumegin svarar hvørjum sítt men sum samtíðis eisini hevur kapital til at vera við í framhaldandi oljuleiting. Vit eru farin í arbeiðsklæðini og arbeiða nú miðvíst og stig fyri stig fyri at skapa felagnum eina góða og trygga framtíð sigur nýggi nevndarformaðurin í Atlants Kolvetni, Birgir Durhuus. Hann hevur vónir um, at tað fer at eydnast. Sosialurin hevur tosað við hann.

Føroyka oljufelagið Atlants Kolvetni hevur verið fyri stórari menning men hevur seinastu tíðina eisini ligið tungt í sjónum. Til tess at tryggja felagnum eina góða framtíð varð helvtin av nevndini skift út herfyri, og broytingar vórðu eisini gjørdar í leiðsluni. Nýggi oddamaðurin í felagnum eitur Birgir Durhuus og arbeiðir hann dagliga sum fíggjarfrøðingur hjá Danske Bank. Vit spurdu Birgir Durhuus, hvussu bar tað til, at júst hann gjørdist nevndarlimur og nevndarformaður í Atlants Kolvetni?

 

-Tað byrjaði við, at eg fekk eina áheitan, um eg hevði áhuga fyri at koma í nevndini. Eg skilti, at tað høvdu verið broytingar í felagnum. Atlantic Petroleum hevði verið eitt felag, sum hevði leitað eftir olju í mong ár, og í fjør rakti felagið við olju og byrjaði at heinta hana upp úr undirgrundini. Tvs. at man fer frá at vera eitt leitandi felag til eisini at vera eitt framleiðandi felag. Tað var so eisini mett vera rætt at seta nýggjar avbjóðingar til nevndina í felagnum, og tí varð ynski um at gera broytingar. Eg varð so spurdur, um eg vildi vera ein av teimum nýggju nevndarlimunum, og tað segði eg ja til. Eg eri upprunaliga fíggjarmaður, og hini bæði, sum blivu vald í nevndina, starvast innan oljuvinnuna. Og Birgir Durhuus heldur fram:

 

Fokusøki og førleikar

-Skal eg síggja alt hetta eitt sindur uttanífrá, so haldi eg, at hetta at nevndin umskipar seg og at man velur lutvíst ein fíggjarmann og tvey oljufólk gevur sjálvandi eisini nøkur signal til framtíðina um, hvat felagið vil. Tað er eingin ivi um, at uppá heilt stutt sikt verður fokus sett á tað fíggjarliga, og tað er kanska eisini orsøkin til, at eg varð valdur til nevndarformann. Men hyggja vit eitt sindur longur fram, so vóna vit, at tað verður líka nógv fokus uppá olju og oljuleiting. Tá verður leikluturin kanska enn størri hjá oljufólkunum í nevndini, enn hann er í dag.

 

-Kunnu teir mongu føroysku og útlendsku partaeigararnir kenna seg tryggari, nú helvtin av nevndini er skift út?

 

-Nú veit eg ikki, hvussu teir kendu seg áðrenn. Men eg vil siga, at henda nýggja nevndin hevur í hvussu er nakrar førleikar til at røkja tær uppgávur, sum eru fyri framman. Um teir eru betri ella verri enn hjá teimum, sum vóru áðrenn, má vera upp tey ymisku at meta um. Man kann eisini siga, at her fer at ganga sjón fyri søgn. Man fer rættiliga skjótt at síggja, hvussu gongur við nýggju nevndini. Nevndin er longu farin til arbeiðis, og tað verður heldur ikki so leingi til ítøkilig úrslit hjá nevndini fara at síggjast.

 

-Men hvat kann henda nýggja nevndin fáa meira burtur úr enn tann undanfarna?

 

-Sammetingar eru ómøguligar at gera hjá mær. Tí eg havi ongar fortreytir fyri at meta um arbeiði hjá gomlu nevndini. Eg kann bara fyrihalda meg til, hvat tann nýggja nevndin fer at útinna.

 

Nógvar uppgávur

-Hvat verður tann fyrsta stóra uppgávan hjá tær og nevndini annars?

 

-Tað eru nógvar uppgávur, bæði smáar og stórar. Onkur segði við meg eftir nevndarfundin mánadagin, at nú var tað lætta arbeiðið liðugt. Tað er nokk sætt. Felagið hevur jú øðrumegin nøkur sera positiv ting, nevniliga at tað er farið frá oljuleiting til framleiðslu og fer at økja um framleiðsluna innan alt ov leingi. Men samstundis seta allar hesar broytingarnar eisini nýggj krøv til oljufelagið. Har krøvini eru størst uppá kort sikt, er á fíggjarliga økinum, nevniliga kapitalstruktururin hjá felagnum. Útviklingurin gongur út uppá, at felagið hevur ein kapitalstruktur, sum matchar ta nýggju støðuna hjá felagnum, nevniliga at tað ikki longur er eitt leitandi oljufelag við stuttfreistaðum lánum men í veruleikanum hevur møguleikan at fara út og fíggja seg við longri lánum, sum hóska betur til ta framleiðslu felagið hevur.

 

-Er tað ein yvirkomilig uppgáva?

 

-Ja tað gangi eg út frá. Vit eru longu byrjaðir uppá ta uppgávuna. Hon er ikki neyðturviliga løtt. Hinvegin skulu vit heldur ikki gera hana torførari enn hon er. Vit vita rættiliga presist, hvat skal til. Og hvussu fer at gangast fáa vit at siggja, hvussu leikur fer.

 

Raðfestingar

-Tað hevur verið frammi, at tað hevur verið trupult at endurfíggja skuld og at fáa nýggjan pening til bæði framleiðslu og leiting.

 

-Avbjóðingarnar hjá okkum uppá stytri sikt er at syrgja fyri at stilla felagið soleiðis, at vit um eitt til tvey ár hava eitt felag, sum øðrumegin svarar hvørjum sítt men sum samtíðis eisini hevur kapital til at vera við í framhaldandi oljuleiting. Nakað tað fyrsta onkur segði við meg, tá eg kom uppí hetta, var, at eitt sunt oljufelag er tað, sum fyri hvørja tunnu av olju, ið verður hálað upp úr undirgrundini, finnur tú eina nýggja. So tað hevur sjálvandi høga raðfesting. Men uppá heilt kort sikt er tað umráðandi fyri okkum longu í heyst at fara út meira partapeningi, soleiðis at vit verða betri fyri, tá vit skulu leggja ta stuttfreistaðu skuldina um til langfreistaða skuld – har tað síðani verður lættari fyri okkum. Vit fáa nógv betri kor, um tann skuldin, ið skal forlongjast, er minni enn hon er í løtuni.

 

Realistisk

-Men at fara út til føroyingar og útlendingar eftir nýggjum pengum – er tað ikki í so bjartskygt at rokna við at fólk fara at seta fleiri pengar í felagið í tí støðu tað er í í løtuni?

 

-Tað verður tosað nógv um, hvørt ein er optimistiskur ella pessimistiskur ella ei. Eg vil siga, at hjá okkum í tí nýggju nevndini er tað avgerandi at vera so realitiskur sum yvirhøvur til ber. Vit fara at vera realisitisk í sambandi við, hvussu nógvar pengar vit kunnu fáa inn og eisini í hvørjum formati vit fara at heinta pengar inn. Her finnast fleiri møguleikar, og vit hava fleiri á borðinum, sum vit arbeiða við í løtuni.

 

-Hvussu nógv fara tit eftir í nýggjum partapeningi?

 

-Vit hava ikki lagt okkum fast á upphæddina í løtuni, men tað skal sjálvandi vera ein munagóð upphædd sæð í mun til ta skuld, sum felagið hevur.

 

-Vil tú harvið siga, at tú metir tað vera gjørligt bæði at fáa meira inn í partapeningi, at umfíggja skuld og fáa nýggj lán til leiting?

 

-Ja tað geri eg. Tað, sum er umráðandi at nevna her eisini, er tann sannroynd, at felagið er farið undir at framleiða olju, so har koma eisini pengar í kassan tann vegin. Hvussu nógv, ið kemur inn frá felagnum, er sera nær tengt at oljuprísinum. Nú tá oljuprísurin er á 65 til 70 dollarum, so gongur tað enn skjótari at fáa pengar í kassan og er hann lægri, so gongur tað sjálvandi seinni. Í dag verður sera væl fylgt við í oljuprísinum hjá Atlantic, kanska meira enn tað hevur verið gjørt gjøgnum tey síðstu mongu árini.

 

Týðandi samstarv

-Tit samstarva í løtuni við StatoilHydro, Dong og Faroe Petroleum um seismiskar kanningar á loyvi tykkara á Føroyaøkinum. Hvat sær tú í hesum?

 

-Tað síggi eg eisini rættiliga realistiskt uppá. Tær útreiðslur, sum vit hava í tí sambandi, eru jú budgetteraðar. Haldi eisini eg eigi at taka fram her, at alt annað líka, so hava kreditorarnir verið sera vinarligir móti Atlantic Petroleum og ikki minst móti tí nýggju nevndini, har vit hava fingið eitt vist tíðarmál og rásarúm at arbeiða í. Tvs. at vit síggja ikki trupulleikar í teimum uppgávum og verkætlanum, sum liggja fyri framman, kanska innan fyri hálvtannað ár, so út yvir verandi verkætlanir er fóturin traðkaður eitt sindur á bremsuna.

 

-Oftani er frammi, tá oljuprísir lækka, at serliga smærri feløg verða uppkeypt, ella feløg leggja saman. Tað hevur eisini verið nevnt í føroyskum miðlum møguleikin at leggja bæði tey føroysku feløgini saman í eitt felag, so vit fáa eitt sterkari føroyskt oljufelag. Hvat sigur tú til tað?

 

-Til tað kann er bara siga generelt, at tað vildi verið skeivt av nýggju nevndini at byrja við at útihýsa møguleikum, so tað gera vit ikki. Eg havi annars skilt, at vit hava fingið nógvar fyrispurningar um samarbeiðsavtalur og fusiónir. Hesar hava vit liggjandi á borðinum, og nýggja nevndin fer at hyggja eftir øllum hesum.

Virðisskapan

-Nú er leiðslan í felagnum eisini broytt til, at tit hava ein forstjóra og so ein stjóra aftrat. Hvat er orsøkin til hetta?

 

-Nú var hetta ein avgerð, sum varð tikin av undanfarnu nevnd og sum síðani er sett í gildi av nýggju nevndini. Vit hava sum so ikki umrøtt hetta annað enn at seta avgerðina í gildi.

 

Birgir Durhuus heldur tað annars ikki er nakar meinbogi fyri felagið, at tríggir av nevndarlimunum hava dagliga arbeiði sítt í útlandinum. –Vit leggja hetta væl til rættis og innrætta okkum so eftir hesum og hava tí eisini brúkt nakað av tíð longu at tosa um, hvussu vit sum nevnd arbeiða saman og hvussu vit arbeiða saman við leiðsluni á bestan hátt.

 

Hvørjir eru so førleikarnir hjá Birgir Durhuus at sita sum formaður í nevndini í Atlants Kolvetni!

 

-At eg eri vorðin formaður hevur kanska nakað at gera við okkara avbjóðingar uppá stutt sikt. Eg haldi man skal leggja merki til við hesi nýggju nevndini, at her eru tvey oljufólk og ein frá fíggjarverðini. Tað liggur eitt rættiliga sterkt signal í hesum, at tað t.d. ikki blíva tríggir fíggjarfrøðingar, sum koma inn í nevndina. Vit fara so at royna at arbeiða saman sum ein nevnd, har vit hvør sær hava ein leiklut. Aðalmálið hjá eini nevnd í eini fyritøku í dag meti eg vera at vera virðisskapandi. Og tað kunnu vit vera uppá ymsar mátar.

 

Grundarlag fyri bjartskygni

-Hvussu sær tú so framtíðina hjá Atlants Kolvetni?

 

-Eg síggi realistiskt uppá hana. Tað er grundarlag fyri optimismu, um nøkur ting fella uppá pláss, øvugt skal man eisini ansa eftir ikki at vera alt ov optimistiskur, fyrr enn vit eru komin eitt sindur longur á leið við teimum tiltøkum vit eru við at seta í verk.

 

-Tað er ein rættliga stór ábyrgd tú hevur fingið, har tú skal umsita milliónir av sparipengum hjá føroyingum og har roknskapirnir hjá mongum fyritøkum eru tætt knýttir av úrslitinum hjá felagnum!

 

-Tað er rætt. Eg haldi man skal gleðast um, at eitt felag hevur so breiða undirtøku. Hinvegin er tað kanska eisini ein veikleiki, at vit ikki hava fleiri íleggjarar uttan fyri Føroyar. Tað fer eisini at verða raðfest hægri í sambandi við at tekna nýggjan partapening.

 

-Var tað eitt mistak, at man í byrjanini bert loyvdi føroyingum at seta pengar í felagið.

 

-Tað haldi eg ikki. Ì bakspeglinum kunnu vit siga, at út frá tí sannroynd, hvussu skjótt felagið er vaksið, so hevði kanska verið gott at havt eitt breiðari fundament frá byrjan. Men tað eru framvegis stundir til at bøta uppá tað.

Eitt stig í senn

-Hvørjar visiónir hevur tú fyri Atlantic Petroleum sjálvur?

 

-Her eru uppgávur, sum skulu loysast stigvíst. Tað eru nøkur stig á leiðini, áðrenn vit kunnu fara og tosa um nýggjar visiónir og verkætlanir. Fyri mítt viðkomandi er tað umráðandi at taka eitt stig í senn. Men tað liggja nakrar visiónir fyri framman. Eg føli sjálvur, at tað hevur verið sera positivt fyri meg at hava fundir við leiðsluna í felagnum, tí har føli eg liggja nógvar góðar og spennandi visiónir um, hvussu felagið kann síggja út um fleiri ár.

 

Høvuðsuppgávan uppá kort sikt er at tryggja, at felagið hevur ein struktur, sum matchar tær avbjóðingar og visiónir, sum eru sigur Birgir Durhuus, nýggjur nevndarformaður í Atlants Kolvetni.