Tað almenna eigur meiri enn helvtina av allari jørð í Føroyum. Men tað almenna brúkar ikki jørðina og tí er rætt at selja hana.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum, á ráðstevnu um landbúnað, sum Símun Gullaksen á Gamla Seglhúsinum, skipar fyri.
- Ístaðin fyri at brúka jørðina, leigar tað almenna hana til festarar og teir hava so brúksrætt til jørðina.
Jacob vestergaard sigur, at sostatt er tað rætt at seta hol á kjakið um at einskilja almennu jørðina.
Hann sigur, at hann ætlar at seta sjøtul á arbeiðið nú í vár við tí endamáli at lýsa málið út í æsir.
Hann vónar, at tað eydnast og so er endamálið at leggja málið fyri politisku skipanina til viðgerar í heyst.
Men um hann fær politiska undirtøku fyri ætlanini, veit hann ikki.
Men Jacob Vestergaard leggur dent á, at tað fer at taka sína tíð, at einskilja tað almennu jøðina, tí tað verður einki gjørt í óðum verkum.
Samstundis mugu atlit takast at teimum, sum sita við festunum nú.
Støða skal eisini takast til, hvør skal sleppa at keypa og, hvørjar skulu treytirnar verða?
Og skulu útlendingar sleppa at keypa jørð í Føroyum, ella skal tað vera bústaðarskylda í Føroyum?
- Sum støðan er nú, er einki, sum forðar útlendingum at keypa jørð í Føroyum, leggur hann afturat.
Jacob Vestergaard sigur, at ein framferðarháttur kann vera, at hvørja ferð, eitt festi verður tøkt, skal støða takast til, hvat skal gerast við festið.