John Hinckley Jr., sum royndi at beina fyri fyrrverandi amerikanska forsetanum Ronald Reagan í 1981, hevur nú biðið um at sleppa av sinnissjúkrahúsinum, sum hann hevur verið á seinastu 21 árini.
Reagan, talsmaður hansara James Brady og ein tænastumaður hjá Secret Service vórðu særdir, tá John Hinckley Jr. lat fleiri skot av eftir teimum. Hann varð alt fyri eitt tikin, og í 1982 gjørdi eitt nevningating av, at hann var sinnissjúkur. Síðani hevur maðurin verið á sinnissjúkrahúsinum St. Elizabeth's Hospital í høvuðsstaðnum Washington, men nú vil hann sleppa út haðani, so hann kann vitja foreldrini, uttan at nakar eftirlitsmaður er við honum.
Seinastu árini er John Hinckley Jr. fleiri ferðir sloppin út av sjúkrahúsinum, men bert undir strongum eftirliti. Ákæruvaldið er ímóti, at hann sleppur út uttan eftirlit, men verjar hansara halda, at myndugleikarnir eiga at sleppa eftirlitinum, tí maðurin er ikki nøkur hóttan ímóti samfelagnum longur, siga teir.