Henrik Old, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinum, er nú komin hartil, at hann er til reiðar at senda sína atkvøðu har, sum hon ger sum størst skaða fyri løgmann og samgonguna.
Eftir floksleiðslufundin í Javnaðarflokkinum fríggjakvøldið sigur Henrik Old seg fara at atkvøða fyri tunnilsuppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, hóast hann ivast í, um tað er rætt, at tað almenna ger Eysturoyartunnilin nú.
- Eg eri komin hartil, at eg atkvøði fyri øllum, ið kann stytta um livitíðina hjá Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni í Føroyum, sigur Henrik Old.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Henrik Old.