Vil tryggja sær at ongin dettur niður ímillum

Fara pensjónistar, sum arbeiða, at detta niður ímillum, so at teir missa sítt lívsgrundarlag?

 

Ætlar Eyðgunn Samuelsen sær at tryggja, at starvsfólk, sum eru farin um pensjónsaldur, varðveita somu rættindi á arbeiðsmarknaðinum, sum onnur starvsfólk?

 

Tað er ein spurningur, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú skal greiða alment.

 

Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vísir á, at við nýggju pensjónsskipanini, sum júst er samtykt, verða fólk eggjað til at vera á arbeiðsmarknaðinum sum longst.

 

Nýggja pensjónsskipanin gevur eisini fólki møguleika at útseta pensjónina og soleiðis fáa eitt bonus hvønn mánað, tá farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tað ber eisini til at útseta fólkapensjónina í 10 ár.

 

– Í dag er tað soleiðis at persónar, sum fáa fólkapensjón, ikki eru fevndir av lógini um dagpening vegna sjúku v.m sigur Bjarni Hammer.

 

Tað er í dagpeningalógin orðað soleiðis, at rætturin til dagpening dettur burtur tá ið ein pensjónistur hevur fingið fólkapensjón ella tá ið hann hevur fylt 70. Men hetta við 70 árum hevur at kalla ongan týdning, tí tað er næstan eingin, 67 ár ella eldri, sum ikki at tekur ímóti fólkapensjón.

 

Eftir nýggju pensjónslógini skal tann, sum vil bíða við at fáa fólkapensjón, kortini søkja um fólkapensjón fyri at koma inn í skipanina. Bjarni Hammer heldur, at undir hesum umstøðum er tað ivasamt, um viðkomandi er fólkapensjonistur og tískil missir rættin til dagpening.

 

Hann vísir á, at lógin um dagpening vegna sjúku leggur ikki upp fyri nýggju pensjónsskipanini. Hann sigur, at tí er spurningurin, um tey, sum útseta fólkapensjónina, og sum verða sjúk, tí detta niðurímillum og missa sítt lívsgrundarlag.

 

– Við nýggju pensjónsskipanini verður lagt upp til, at fólk verða verandi á arbeiðsmarknaðinum, eisini aftaná pensjónsaldur, og tí mugu tey rættindi, sum knýtast at tí at vera á arbeiðsmarknaðinum, fylgja við broytingunum, sigur løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin

 

Og tí hevur hann nú biðið Eyðgunn Samuelsen útgreiða hesi viðurskiftini, og tað hevur hann gjørt í einum spurningi til hana, sum hon skal svara í seinasta lagi um mánaðarskiftið.