Um 10 vikur skal David Arge Galan aftur royna seg í heimsmeistarakapping í USA. - Eg komi ikki heim uttan gullið, sigur David Arge Galan.
Tað er nú áleið eitt ár síðani, at havnamaðurin David Arge Galan vann heiðurin sum heimsins besti innan ítróttargreinina "Mens Physique". Nú stundar tískil til næstu heimsmeistarakappingina, har David aftur skal kappast.
- Í mun til síðsta ár vænti eg, at fleiri luttakarar vera í mínum bólki. Hetta tí, at áhugin fyri hesum bólkinum er støðugt vaksandi og fleiri vilja royna eg á pallinum, sigur David Arge Galan.
Hann vísir á, at hóast tað eru fleiri um at kappast, so ætlar hann sær framvegis gullheiðusmerkið enn einaferð.
- Eg ætli mær so avgjørt at vinna aftur. Tað var ein ótrúliga stórur heiður at verða kosin heimsmeistari, sigur David Arge Galan.
Aftur í ár hevur hann eisini arbeitt hart fyri at náa sínum málum.
- Eg havi saman við venjara mínum, Jákup Jacobsen, arbeitt hart og sera miðvíst til kappingina í ár. Vit hava sera góðar vónir og ætla ikki at koma heim aftur til Føroya uttan gullheiðursmerki um hálsin, staðfestir David Arge Galan, heimsmeistari.
Heimsmeistarakappingin er í november, men longu 24. september fer David, Jórun Mørkøre og venjari teirra Jákup Jacobsen av landinum til New York, har eisini ein kapping í "Mens Physique pro" bólkinum skal vera.
- Hesa kappingina brúka vit sum eina venjing til heimsmeistarakappingina í november, men lat ongan iva vera um, at vit ætla at vinna her eisini, sigur David Arge Galan.
Hann kappast bara í kappingum hjá WNBF - World National Bodybuilding Federation. Har verða tey javnan kannað fyri doping og annað, so at tryggjast kann, at úrslitini eru komin á natúrligan hátt.