Men nú Kaj Leo Holm Johannesen er løgmaður, ynskir hann ikki at broyta hesa skipanina, sum tryggjar honum eina kvarta millión, tá hann fer frá sum løgmaður og kemur aftur á ting.
Tað vóru øðrvísi tónar tann 22. februr 2008, tá tingmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen saman við partamanninum Magna Laksáfoss og sjálvstýrismonnunum Kára á Rógvi og Kára P. Højgaard legði fram ”Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanan”.
Tá setti tingmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen sína undirskrift á skjalið, hvørs viðmerkingar vóru millum annað vóru soljóðandi:
»Landsstýrismenn fáa uppsagnarløn í upp til hálvt ár. Hetta kann sigast vera rímilig skipan, tó at mong eru, ið ikki hava so góðar treytir. Rímiligt er hinvegin ikki, at landsstýrismenn fáa uppsagnarløn afturat aðrari almennari løn«.
Tingmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen metti altso, at skipanin var so órímiliga, at hon mátti broytast. Og í viðmerkingunum í broytingaruppskotinum varð grundgivið soleiðis:
»Tí verður skotin upp tann einfalda broyting, at onnur almenn løn í sama tíðarskeiði verður
mótroknað. Hetta merkir, at bert tann hægra lønin verður útgoldin«.
Soleiðis ynsktu tingmenninir Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard, at tað skuldi broytast tann 22. februar 2008 – tí teir ikki hildu tað vera rímiligt, at landsstýrismenn fáa uppsagnarløn afturat aðrari almennari løn, sum tað ljóðaði.
Síðani er Kári P. Højgaard vorðin fyrst landsstýrismaður og síðani fyrrverandi landsstýrismaður. Tað merkir, at hann nú fær dupulta løn frá tí almenna, slakar 90.000 krónur um mánaðin, fyri at røkja eitt alment starv. Tað sama verður galdandi fyri løgmann Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann fer frá sum løgmaður og tekur sæti á tingi aftur.