Vildi ikki prógva síni sjónarmið í rættinum

- Tann, sum vil hava viðhald í einum rætti má prógva síni sjónarmið, men tað helt Starvsmannafelagið vera óneyðugt í Fasta Gerðarrættinum, sigur nevndarformaðurin. Hann harmast um støðuna, men leggja dómararnir frá sær, fer hann sama veg

- Tað er ómetaliga harmiligt, at fakfeløgini nú hava mist álitið á Fasta Gerðarrættinum.

Tað staðfestir Kári á Rógvi, formaður í nevndini fyri Fasta Gerðarrættin.

Ónøgdin hjá fakfeløgunum við Fasta Gerðarrættin er so stór, at í gjár heittu Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannfelag og tey bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík, beinleiðis á dómararnar um at leggja frá sær.

Gera teir ikki tað, er vandi fyri, at fakfeløgini taka seg burtur úr Gerðarrættinum.

Nevndarformaðurin ásannar, at fakfeløg hava rætt til at taka seg úr gerðarrættinum.

Men hann heldur, at tað hevði verið spell, tí gerðarrætturin er eitt barn hjá fakfeløgunum sjálvum, men at tað ræður eisini um at brúka teir møguleikar, sum eru í honum og tað heldur hann ikki, at fakfeløgini hava gjørt í hesum føri.

Nevndarformaðurin ger greitt, at hann fer ikki at heita á dómararnar um at leggja frá sær, tí tað heldur hann er skeivt.

Men hendir tað, at dómararnir sjálvir leggja frá sær, fer nevndarformaðurin at gera tað sama.


Vildu ikki føra prógv fram

Kári á Rógvi heldur kortini, at Starvsmannfelagið má sjálvt bera eina stóra ábyrgd fyri, at málið um portørarnar liggur sum tað liggur.

- Fyri tað fyrsta hevur Starvsmannafelagið ikki brúkt teir møguleikarnar, tað hevur í Gerðarrættinum og tað haldi eg, at tað átti at gjørt, áðrenn tað brúkar so sterkar vendingar sum at fakfeløgini fordøma niðurstøðuna hjá rættinum.

Hann vísir eisini á, at at tann, sum vil hava viðhald í einum rætti, má føra sjónarmið fram, sum styðja uppundir síni krøv.

- Tað er liggur innast í mønini á løgfrøðingum, at tann, sum vil fáa viðhald í einum máli, má undirbyggja síni sjónarmið, antin við lógargreinum, ella við vitnum, frágreiðingum, ella øðrum, sum vísir, at talan er um lógarreglu ella um eina siðvenju.

- Men tað gjørdi Starvsmannafelagið ikki í hesum føri, tí tey hildu, at tað var óneyðugt at lýsa støðuna og at føra prógv fyri hesi siðvenju, staðfestir hann.

- Løgfrøðingurin hjá Starvsmannafelagnum førdi fram í Fasta Gerðarrættinum, at tað er siðvenja, at tað er ikki neyðugt at boða frá verkfalli frammanundan.

- Men tað stendur svart á hvítum í úrskurðinum, at hann samstundis helt, at tað er óneyðugt hjá honum at føra prógv fyri hesum.

- Eg haldi, at heldur Starvsmannafelagið fast um, at talan er um eina siðvenju, áttu tey at ført sjónarmið fram í rættinum, sum undirbygdu tað, tí Gerðarrætturin hevur onki at gera uttan at døma útfrá tí tilfari, sum er lagt fyri hann.

- Kenna dómararnir ikki til hesa siðvenju, er bara eitt at gera og tað er at upplýsa teir um, leggur hann afturat.

Nevndarformaðurin í Fasta Gerðarrættinum staðfestir, at tað er neyðugt at føra tey røttu sjónarmiðini fram á røttum staði, men tað er ikki hent í hesum føri.


Kunnu krevja nýggja viðgerð

Hann leggur afturat, at í grein 11 stk 2 í sáttmálanum um gerðarrættin stendur, at er talan um prinsippmál, kunnu partarnir krevja, at málið verður tikið uppaftur við øllum átta dómarunum.

Tann møguleikan hevur Starvsmannafelagið heldur ikki brúkt, sigur nevndarformaðurin.

Hann Kári vísir eisini á, at tað eru fakfeløgini, sum eiga fasta gerðarrættin og tí heldur hann at tað er stórt spell, at tey ikki brúka teir møguleikar, sum liggja í skipanini.



Brot:

Hetta stendur í Grein 11 stk 2 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrættin


….Í serligum føri kunnu formenninir tó í semju, eftir áheitan frá parti, innan fyri fýra vikur frá úrskurði, taka málið upp av nýggjum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við....


----------------------


Hetta stendur í úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum um verkfallið hjá Portørunum

….Kutyma er okkara óskrivaða rættarregla……Hann (løgfrøðingurin hjá Starvsmannafelagnum, blm.) helt ikki, at tað var neyðugt hjá honum at prógva, at tílík kutyma um at boða verkfall uttan at freist var galdandi, tí hon var so inngrógvin, at tað mátti vera Fíggjarmálaráðið, sum hevði próvbyrðuna fyri, at kutyman ikki var galdandi….

Les eisini greinina: Dómari afturvísur skuldseting blankt