Vildi útskriva nýval - forsetin noktaði

Á fundi við íslendska forsetan, Ólafur Ragnar Grímsson, hevur forsætismálaráðharrin, Sigmund David Gunnlaugsson, boðað frá, at hann er sinnaður at leggja frá sær og útskriva nýval. Men forsetin noktaði honum tað.

- Eg vildi ikki eftirlíkað hesum ynski, so leingi sum sitandi stjórn hevur meirilutan aftan fyri seg, sigur Ólafur Ragnar Grímsson. Hann sigur, at forsætismálaráðharrin og fírrgjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson, sum eisini er formaður í Sjálvstýrisflokkinum, mugu vera samdir um at útskriva nýval, um so skal verða.

 

Teir báðir vóru annars á kreppufundi í morgun, og eftir hendan fundin boðaði Sigmund David Gunnlaugsson frá, at hann var sinnaður at skriva út nýval, um hann ikki longur hevði stuðul frá Sjálvstýrisflokkinum.

 

Bæði Ólafur Ragnar Grímsson og Bjarni Benediktsson vóru staddir uttanlands, tá tíðindini bórust um, at familjan hjá íslendska forsætismálaráðharranum, hevur dult sín ognarskap í feløgum í Panama.

 

Bjarni Benediktsson, fíggjarmálaráðharri og formaður í Sjálvstýrisflokkinum og innlendismálaráðharrin Olöf Nordal, hava játtað, at teir eisini hava feløg í Panama. Allir tríggir nokta tó fyri, at nakað ólógligt er farið fram.

 

Aftaná avdúkingarnar hava stórar mótmælisgongur verið í Íslandi. Fyrrapartin høvdu beint undir 30.000 fólk skrivað undir eina áheitan um, at íslendski forsætismálaráðharrin má leggja frá sær.

 

Í gjárkvøldið vóru millum 15.000 og 20.000 fólk savnaði uttan fyri Altingið og aftur í dag væntast ein stór mannamúgva at mótmæla.