Vildu fegin sent FM men korona órógvar

Havnar Svimjifelag harmast, at Kringvarpið ikki sendir frá FM í svimjing. Vit vildu fegin gjørt sum undanfarin ár og sent frá svimjikappingunum, men tað ber snøgt sagt ikki til í ár. Ein týðandi táttur í framleiðsluni er serliga grafikkskipanin, sum vísir, hvør er fyrstur á mál, svimjitíðir osfr. Ein operatørur kemur hvørt ár við grafikkskipanini úr Danmark. Í ár ber ikki til hjá hesum operatøri at arbeiða saman við kringvarpsfólkunum í svimjihøllini, tí fólk, sum koma til Føroya, skulu sambært koronotilmælunum vísa serligt varsemi. Somuleiðis skulu kringvarpsfólk sýna serligt varsemi, tí stovnurin er partur av tilbúgvingini.

Svimjisamband Føroya og Kringvarpið hava umrøtt FM-kappingina. Umframt avbjóðingarnar við grafikkinum, er vandi fyri, at kappingin knappliga verður avlýst vegna korona. Tí avráddu Svimjisambandið og Kringvarpið saman, at tað verður ikki sent frá kappingunum í ár.

Nógv orka fer til kommunuvalið

Harnæst hava vit kommunuval í somu viku, sum tað er FM í svimjing. Starvsfólk hava lagt aðrar framleiðslur til viks og fyrireika stóru sendingarnar valdagin. Øll framleiðslan hjá Kringvarpinum verður sostatt knýtt at kommunuvalinum næsta týsdag. Sent verður beinleiðis ymsastaðni frá í landinum. Tí er tíðin - at seta alt upp aftur í svimjihøllini í Havn fríggjadagin - tepur.   

Vónandi kunnu vit senda aftur frá FM í svimjing komandi ár.

Vinaliga,

Ivan Hentze Niclasen,

Stjóri, KvF