Vildu ikki taka ímóti pengum

Hetta er ein søga um, hvussu trupul og meiningsleys ting kunnu kennast í einum nútíðarsamfelag, sum Føroyar eftir øllum at døma eru vorðnar.

Øll skotvápn skuldu vera skrásett í vápnaskránni í seinasti lagi 1. januar 2017, og vápnaskráseting fer fram á Umhvørvisstovuni, sum eisini skrivar út vápnaprógv. Reglurnar siga, at persónar, sum eru føddir fyri 1986, kunnu fáa vápnaprógv uttan at hava staðið vápnatrygdarskeið. Hetta er tó treytað av, at vápnið ikki er keypt eftir 1. januar 2016.

 

Hinvegin fær eingin, føddur í 1986 ella seinni, vápnaprógv uttan at hava staðið eitt vápnatrygdarskeið. Sama krav er galdandi fyri øll, sum hava keypt vápn síni eftir 1. januar 2016 - líkamikið, um hesir persónar eru føddir fyri 1986. Á heimasíðuni www.us.fo sæst yvirlit yvir góðkendar veitarar av vápnastrygdarskeiði.

 

Ein 75 ára gamal maður, sum hevur átt byrsu alt sítt lív, vendi sær herfyri til In.fo. Hann var ein av teimum, sum gjarna vildi skráseta sína byrsu og fáa vápnaprógv fyri 1. januar 2017. Tað eydnaðist honum eisini, men ikki uttan stríð.

 

- Eg vildi vera í góðari tíð, so eg fór út á løgreglustøðina í Runavík einaferð í heyst. Men, í Runavík søgdu tey, at eg skuldi venda mær til Umhvørvisstovuna. Tá eg ringdi til Umhvørvisstovuna søgdu tey, at tað var ikki klárt at skráseta seg enn. Á løgreglustøðini kundi eg fáa reina revsiváttan, sum eg skuldi hava við, tá eg fór at søkja.

 

Hin 75 ára gamli sigur, at hann ein dagin stutt fyri 1. januar 2017 gjørdi sær ein túr til Havnar og fór beina leið út á Umhvørvisstovuna. Hann fylti út skrásetingarskjal og skjalið til vápnaprógvið, og tað gekk alt upp á stás.

 

- Tá eg hevði fylt alt út, og alt var í lagi, segði skrivstovufólkið, at eg skuldi gjalda 250 krónur fyri vápnaprógvið. Jú, tað var í lagi. Eg hevði pengarnar í lummanum. Men, nei. Tey kundu ikki taka ímóti pengum á Umhvørvisstovuni. Eg segði síðan, at eg eisini hevði kort, men tað kundu tey heldur ikki taka ímóti.

 

Skrivstovufólkið skrivaði síðan kontonummarið, hagar pengarnir skuldu flytast, á ein pappírslepa og segði, hvat skuldi viðmerkjast. Síðan skuldi hann fara heim í Eik og gjalda fyri vápnaprógvið. Men, tað gekk heldur ikki.

 

- Komin inn í Eik í miðbýnum, bar eg míni ørindi. Eg vísti teimum á kontonummarið, og legði 250 krónur á borðið. Men, tað læt seg heldur ikki gera. Tey spurdu, um eg hevði konto í Eik, men tað hevði eg ikki. Nå, so kundi eg ikki gjalda fyri vápnaprógvið í Eik, hóast eg hevði pengarnar í hondini.

 

Hin 75 ára gamli noyddist tískil longu leiðina niðan í nýggja Bank Nordik, áðrenn tað eydnaðist honum at sleppa at gjalda fyri vápnaprógvið - og nú skuldi pengarnir flytast júst oman aftur, har hann hevði verið - oman í Eik og so út aftur á Umhvørvisstovuna, har hann eisini hevði verið.

 

- Ja, skil tað - tann, ið vil, men soleiðis er okkara samfelag í dag skrúvað saman, eru seinastu orðini hjá eysturoyinginum, sum skuldi skráseta sær byrsuna og gjalda fyri vápnaprógv.

 

In.fo hevur sjálvandi navnið á hinum 75 ára gamla, sum eisini vitjaði inni á gólvinum í Miðlahúsinum henda dagin, hann var komin til Havnar, men hann helt ikki, at navnið á sær er so avgerandi fyri hesa søgu.