Vilhelm og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi á útivølli

Lemvig-Thyborøn var fyri 13-málstapi í fyrsta dystinum í bestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn ferðaðust í dag til eystara partin av Jútlandi fyri at spæla móti gamla liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Skanderborg Århus. 

 

Talan var um fyrsta dystin í bestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Tað gekk av skriðuni hjá Lemvig-Thyborøn, ið tapti stórt 24-37. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-11.

 

Vilhelm var í dag noteraður fyri eitt mál og tvey upplegg til mál.

 

Komandi mikukvøld fær Lemvig-Thyborøn høvið at reisa seg aftur eftir lúsingin í dag. Tá kemur Fredericia á vitjan.