Vilhelm skoraði fimm mál í grannauppgerð

Lemvig-Thyborøn tapti grannauppgerðina móti Skjern í bestu donsku hondbóltsdeildini

Í kvøld spældu Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn grannauppgerð móti Skjern á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Aftaná dystin eru tað leikararnir og viðhaldsfólkini hjá Skjern, ið eiga argingarrættin. Skjern vann greiðan 35-27 sigur. Í steðginum var Skjern á odda 19-13.

 

Hóast tapið stóð Vilhelm seg aftur væl í kvøld. Vilhelm gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn við fimm málum. Harumframt legði Vilhelm upp til tvey mál. Toppskjútti hjá Lemvig-Thyborøn var Jeppe Gade við átta málum. 

 

Lemvig-Thyborøn er nummar níggju í deildini við fimm stigum. Vilhelm og liðfelagarnir eru eitt stig frá áttanda plássinum, ið gevur pláss í endaspælinum tá grundspælið er liðugt.

 

Komandi mikukvøld verður aftur grannauppgerð. Tá tekur Lemvig-Thyborøn móti Mors á heimavølli.