Vilhelmsen vitjaði í Klaksvík

Danski almannamálaráðharrin, Annette Vilhelmsen, var í gjár í Klaksvík

Danski almannamálaráðharrin, Annette Vilhelmsen, var hósdagin á vitjan hjá Klaksvíkar Kommunu, har kunnað varð um, hvussu kommunan hevur skipað seg innan trivnaðarøkið og barnaverndartænastuna.

 

Føroyski almannamálaráðharrin, Annika Olsen, var hósdagin á vitjan í Klaksvík saman við Annette Vilelmsen, danska almannamálaráðharranum, sum í hesum døgum er á vitjan í Føroyum. Sum siður er, var ríkisumboðsmaðurin, Dan M. Knudsen, við á ferðini, og saman við teimum vóru nøkur av donsku og føroysku embætisfólkunum.


Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd býráðsins, tóku ímóti gestunum í býráðshøllini, har borgarstjórin fyrst helt stutta vælkomurøðu og handaði Annette Vilhelmsen eina gávu frá kommununi.


Eftir hetta kunnaðu John Færø, trivnaðarstjóri, og Tonja Ziskason, leiðari fyri barnaverndartænastuna, um Klaksvíkar Kommunu, har serliga varð komið inn á uppgávurnar hjá kommununi innan trivnaðarøkið, sum m.a. fevnir um barnaansing, barnaverndartænastu, námsfrøðiliga ráðgeving, kommunulæknatænastu, bústaðir og eldraøkið, sum føroyska landsstýriskvinnan í løtuni fyrireikar at útdelegera til kommunurnar.


At enda bjóðaði kommunan eitt ábit, áðrenn almannamálaráðharrarnir báðir saman við ríkisumboðsmanninum fóru víðari á vitjan aðrastaðni í Klaksvík.

 

Síggið fleiri myndir í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER